Í Guds ferðalagi
Tað er Paulus, sum sigur hesi orðini í brævi til tey kristnu í Rom, eftir at hann í kapitlinum frammanundan hevur talað um Guds undurfullu náði í Kristi Jesusi. Paulus eins og ger upp úrslitið og leggur dent á, at er Gud við okkum, kann ongin gera okkum nakað. (Róm. 8,31)
Gaman í eru nógvir fíggindar og mong, sum standa ímóti okkum; men er Gud við okkum, tá skal hann vinna og sigra. Hetta er eitt vælsignað orð, og hvussu troystarríkt er tað ikki, at kunna bera tað fram á vørrum okkara; men eru vit før fyri hesum?
Tora vit veruliga at trúgva og hvíla í, at Gud er við okkum? Av natúru eru vit vreiðinnar børn og als ikki við Gudi, men ímóti Gudi. Soleiðis standa mong fyri ásjón Guds og faðir Jesu Krists. Tað eru ikki bara øll, sum opinlýst avnokta Gud og forfylgja honum og soleiðis vísa, at tey eru ímóti Gudi. Tað eru eisini mong hampilig og rættskaffin menniskju, sum – tó at tey eru heiðurlig – kortini hava Gud ímóti sær, tí at hjarta teirra er kalt og brýggjar seg ikki um frelsuna í Jesusi Kristi.
Hvussu fært tú tá Gud við tær? Á tann hátt, at tú heldur við honum. Tú mást av fullum hjarta kvitta við hitt gamla lívið í synd og øll tey, sum standa ímóti Gudi, og tú skalt venda tær til hansara, sum ikki spardi son sín, men gav hann fyri okkara skyld – eisini tína. Tú mást ongantíð bíða, at tú megnar at fáa Gud at venda um ella at halda við tær. Nei, tú mást venda um, um tú skalt fáa Gud at halda við tær.
Tað kann gerast ógvuliga torført at bretta hitt gamla av sær, og tað tykist mangan, eins og nógv fleiri eru ímóti Gudi enn við Gudi; men fast sum í berginum stendur, at bara tey, sum hava Gud við sær, skulu fáa lut í hinum endaliga sigrinum, verða fríkend fyri Guds dómstóli fyri Jesu Krists skyld og fáa eitt ævigt lív.
So má tað kosta tað, sum tað kostar, sál mín má verða frelst. Ver støðufastur við Jesu lið og bið hann frelsa teg. Tá skal hann, sum ikki spardi onkason sín, taka ímóti tær í navni sonarins, og er himmalsins Gud við tær, hvør er tá ímóti tær? Lat so ódnirnar leika, aldurnar gerast fjallhøgar, er Gud við okkum, tá skulu hvørki ódn ella aldur týna okkum.
Og kemur allur tann herurin, sum stendur ímóti Gudi, ímóti okkum, og høvdingin í hesum heimi gongur á odda, tá skal hann onki fáa gjørt um seg, um Gud er við okkum.
O, sum tað er trygt og sælt, at Gud er við okkum!
Tí fjakka lættur fótur mín,
eg leiti mær, mín Gud til tín,
tú leiðir meg á lívsins veg;
mítt álit alt tað er á teg;
tí kunnu ongi ilskubond
meg toga burt úr tíni hond.
t. týddi.