Í Hovi er missiónsvika um vikuskiftið

Møtir verða í skúlanum í Hovi um vikuskiftið, tí at missiónsvika er.

Leygarkvøldið 16. november klokkan 20 talar Jógvan Højgaard, trúboðari, og mansbólkurin Tvøroyri/Hvalba syngur.

Sunnukvøldið 17. november klokkan 18 talar Magnus Hansen í Porkeri, og Streingjakórið í Porkeri syngur. Innsavning verður til Kirkjuligu Heimamissiónina. Aftaná verður ein nátturðabiti at fáa.

LES EISINI  Missiónsvikan í KFUM&K byrjar í kvøld
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina