Í kvøld sendir Bedehuskanalen frá Vigeland

Í kvøld kl. 19 føroyska tíð sendir Bedehuskanalen frá vekingarmøtinum, sum var í Vigeland fríggjakvøldið. Sendingin verður endursend í morgin, hósdagin, kl. 9.00. Tú kanst fylgja við á bedehuskanalen.no ella taka appina hjá teimum niður á telefonina.

Ólavur Jacobsen og Carsten Fonsdal Mikkelsen trúboðarar hjá Heimamissiónini vóru við til møtini í Vigeland í vikuskiftinum. Júst nú eru teir í ferð við at seta upptøkurnar saman til eina sjónvarpsfrásøgn, har teir m.a. tosa um, hvat teir fingu burturúr at vera við til møtini. Væntandi verður sendingin send her á Trúboðanum síðst í vikuni.

LES EISINI  Kom til vekingarmøti við Ólavi og Carsten
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina