Í Liljudali á missiónsferð: Hava ment okkum nógv sum lærusveinar

Seinastu mánaðirnar hava Fríðunn og Anton í Liljudali verið á missiónsferð í Turkalandi. Eftir ætlan skuldu tey til Papua ný Guinea, men av ymsum orsøkum gjørdist tað ikki til Papua ný Guinea at tey fóru, men ístaðin fóru tey til Turkalands.

– Hetta hóvaði okkum ikki so væl at byrja við, tí fyri okkum í Føroyum/Evropa er Turkaland eitt ferðastað, og tískil tóktist Turkaland sera vanligt og ikki serliga serstakt. Papua ný Guinea og Turkaland eru púra ólík lond og næstan so ólíka, sum tað kann verða. Í Papua ný Guinea høvdu vit allarhelst havt ta missiónsferð vit væntaðu, men eisini eitt øgiliga hart umhvørvi tá ið tosað verður um liviumstøður, greiða tey bæði frá.

Eru glað fyri tíðina

Hóast tað ikki var tað, ið tey ætlaðu, so eru tey glað fyri tíðina í Turkalandi.

– Okkara tíð her hevur verið øgiliga góð og hevur ment okkum nógv sum lærusveinar. Tá ið hugsað verður um missiónsferðir er kanska vanligt, at ein hevur eina ávísa hugsan um, hvat tað inniber og hvussu tað sær út at vera trúboðari, og eina slíka hugsan høvdu vit eisini. Vit hugsaðu at “Trúboðari” merkti, at nú fóru vit at síggja fólk taka móti Jesusi, síggja fólk lata seg doypa, síggja grøðingar og tílíkt. Men tað gekk skjótt upp fyri okkum at soleiðis fór okkara tíð í Turkaland allarhelst ikki at síggja út.

LES EISINI  Sørvingar vitjaðu fongsul í Rumenia

At byrja við var hetta nakað, sum tyngdi okkara toymi nógv, serliga tí at vit byrjaðu at samanbera okkara toymi við onnur toymi aðrastaðni í heiminum, sum upplivdu alt hetta, ið vit hugsa fer at henda á eini missiónsferð. Veruleikin hjá okkara toymi var tann, at vit arbeiddu við heilt øðrum korum enn hini toymini gjørdu. Fyrst og fremst so eru vit stødd í einum muslimskum landi, og umframt at hetta er Turkaland, eitt land har prosenttalið av kristnum kann roknast við at vera eitt tað lægsta í heiminum, minni enn 0,5%.

Øll, sum vit hava prátað við eru muslimar ella frá muslimskari bakgrund, og mong høvdu eina skeiklaða og ofta vánaliga mynd av hvat kristindómur er. Tá ið vit komu til landið var einki fyrireikað til okkum at gera, og tískil máttu vit bróta úr nýggjum. Tað tók okkum eina løtu at koma til sættis við, at vit møguliga ikki fóru at síggja fólk taka móti frelsuni, og at skifta okkara hugburð til at, jamen vit eru nemliga her tí at eingin trýr á Jesus, og eitt bíbliustað, sum hevur talað nógv til okkara er líknilsið um sinnopskornið. Í løtuni planta vit smá fræ og vit mugu hava frið við at vit kanska ikki sjálvi síggja fruktina. Tí veruleikin er tann at næstan eingin í landinum kennir Jesus, og tí eru vit send higar, siga Fríðunn og Anton, sum, áðrenn tey fóru á missiónsferð, vóru á bíbliuskúla á Hawaii.

LES EISINI  Elisabeth av Skála til Liberia í heyst at vera trúboðari

Hava verið nógv millum universitetsnæmingar

Øll í toyminum hava lagt nógv fyri at koma í samband við ung í Turkalandi og fáa góð prát við tey.

– Tað, sum vit hava gjørt allarmest, er at fara út at trúboða. Vit hava lagt okkum eftir universitetnæmingum, og hetta hevur eydnast væl. Vit hava havt eina ávísa gøtu sum vit plaga at fara til í smáum bólkum, og so royna vit bara at práta við fólki. Turkar eru eitt ógviliga opið fólkaslag, og smæðast ikki, tá ið fremmand fólk vilja práta við tey, so hetta hevur ført til mong vinabond og eisini nógvar samrøður um trúgv og Jesus. Hóast landið er muslimskt , so tráa tey ungu eisini eftir meir, tey eru ógvuliga troytt av islam og tí religiøsa sum kemur við.

Tá ið vit so siga, at vit eru kristin, so eru tey ofta áhugað og spyrja okkum djúpar spurningar. Tilsamans hava vit 12 í okkara toymið kanska møtt eini 100 ungum turkum, sum vit hava havt eitt prát við, yvir ein kaffimunn ella te. Nú vit fara inn í allarsíðstu vikuni á okkara ferð, hava vit fingið ótrúliga góðar turkiskar vinir, sum vit hitta hvørja viku. Vit fáa høvið at læra tey enn betur at kenna og tosa afturvendandi við tey um Jesus, og deila vitnisburðar um hvat okkara frelsari hevur gjørt í okkara hjørtu, men eisini hvat hann ger í øllum heiminum. Enn hevur tað ikki leitt allan vegin til frelsu, men vit biðja og vóna innarliga hvønn dag, at tey fara at tora taka stigið at geva seg til Hansara, siga tey bæði.

LES EISINI  Føroysk sunnudagsskúlabørn sent 70.000 krónur til Sat-7 Kids

Forelskað í Turkalandi

Hóast tey upprunaliga ikki vóru glað fyri avgerðina at skula til Turkalands, so hevur tíðin í Turkalandi givið teimum ein kærleika til landið og fólkið har.

– Nakað vit snakka nógv um í okkara toymi er hetta við, at vit søgdu Guði ja til at fara til ta harðastu tjóðina fyri at boða Hansara orð, og okkara lýdni gjørdi so at Guð signaði okkum við at fara til Turkaland har vit so endaðu við at hava allarbest liviumstøður av øllum teimum 7 toyminum sum okkara skúli hevur sent avstað.
Í dag eru vit fullkomiliga forelskað í hesi tjóð og halda mentanina vera serstakliga vakra, og takka og lovprísa Guði fyri, at hann sendi okkum hagar, siga Fríðunn og Anton at enda og leggja afturat at tey eru takksom fyri alla forbøn.

– Vit vilja takka øllum teimum mongu, sum hava biðið fyri okkum har heima, tað merkir øðiliga nógv fyri okkum at hava eitt so fantastiskt og sterkt bakland sum stuðlar okkum á okkara ferð.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina