Jólaheilsan úr Liberia

Áðrenn Elisabeth Poulsen, trúboðari í Liberia, kom heim til Føroya í jólafrítíð, skrivaði hon eina jólaheilsan. Hon greiðir frá fyrstu tíðini í Liberia, hagar missiónsfelagsskapurin Promissio sendi hana tíðliga í heyst. Her eru brot úr brævinum.

Góðu vinir.

Eg vil fegin takka tykkum hjartaliga fyri forbøn og innlivan. Takk fyri, at tit liva við í kallinum og tí arbeiði, eg eri send út higar at gera.

Eg havi tað gott og trívist og gleði meg hvønn dag til at fara upp og fara til arbeiðis. Tað eru nógv nýggj ting at fyrihalda seg til, men ”small small”, sum tey siga her niðri, byrji eg at hóma vavið á uppgávunum, sum fylgja við tí at vera ein partur av skúlaskipanini.

Foreldrini hava tað trupult

Tá eg kom í oktober, gjørdu vit av, at eg skuldi brúka restina av árinum til at seta meg inn í tær ymisku arbeiðsuppgávurnar, sum vóru, umframt at vitja nakrar av skúlunum, so at eg kundi fáa eina fatan av, hvussu hvør skúli arbeiðir og hvørjar avbjóðingar teir hava.

Eitt, sum vit hoyra í øllum skúlum, er, at tað er trupult fyri foreldur at gjalda skúlapengar. Tíðirnar eru truplar fíggjarliga, men skúlin roynir, í tann mun tað er gjørligt, at geva foreldrunum longda gjaldsfreist og at bjóða teimum at rinda við vørum, so sum pipari, kassava og øðrum. So selur skúlin vørurnar og fær pening á tann hátt. Tíverri minkar næmingatalið á flestu skúlum, av tí at foreldrini ikki hava ráð at gjalda, og hetta skapar so aftur avbjóðingar fyri lærararnar, tí løn teirra er tongd at foreldragjaldinum.

Hevur tað so stóran týdning at ganga í skúla?

Fyrradagin vóru vit á einum skúla við umleið 100 næmingum. Stjórin segði okkum, at í smáu bygdunum kring skúlan vóru í minsta lagi tvífalt so nógv børn, sum ikki gingu í skúla, men arbeiddu á garðinum saman við foreldrum sínum.

Hann segði, at foreldrini hildu ikki, at tað hevði so stóran týdning at senda børnini í skúla, tí tey høvdu sjálv ikki gingið í skúla.

Men nú hava vit avtalað, at fyrst í nýggja árinum fara vit at savna hesi foreldrini saman og eggja teimum til at senda børn síni í skúla.

LES EISINI  ”Flogfelag”, ið fevnir um allan heim, vitjar Føroyar

Ein pápi at einum barni í skúlanum arbeiðir hjá tí almenna, og hann hevur sagt, at hann fegin vil taka lut og tosa við foreldrini og siga teimum, at tað er lóg í Liberia, at børn skulu ganga í skúla, og um tey ikki senda børn síni, er tað ikki gott fyri bygdirnar, tí tá hevur ein ikki møguleika at skapa eina góða framtíð fyri børnini og fylgja við tí menning, sum kemur.

Tær vælsignaðu appelsinir

Á veg heim frá skúlavitjan í gjár steðgaðu vit við vegin at keypa kol og drekka kaffi, sum eg hevði við. Vt sótu á einum lítlum beinki, og skjótt vóru nógv børn og nøkur vaksin komin at fregnast, hvat gekk fyri seg. Vit vóru trý frá skúlaskipanini, so eg hevði tikið tríggjar appelsinir við afturvið kaffinum, men tá vit brádliga vóru mong, bað eg stillisliga um, at tað mátti vera nóg mikið til okkum øll.

Eg spurdi børnini, um tey trúðu, at tað fór at vera nóg mikið til okkum øll, men tey vistu ikki ordiliga – tey vildu í øllum førum hava hvør sítt petti.

Eg skilti ta fyrstu appelsinina sundur, og tað var akkurát nóg mikið til, at øll kundu fáa eitt petti. Eg skilti ta næstu og triðju appelsinina sundur, og tað sama hendi, akkurát nóg mikið til øll.

LES EISINI  Sørvingar vitjaðu fongsul í Rumenia

Eg segði teimum, sum vit sótu saman við, at eg ongantíð hevði sæð eitt appelsintræ, og tey fóru at flenna og trúðu ikki ordiliga, at tað kundi passa. Tey bóðu meg koma við sær, tí tey vildu fegin vísa mær sítt appelsintræ. So myndir vórðu tiknar og stuttligar søgur sagdar um hesa konu, sum ikki hevði sæð eitt appelsintræ fyrr.

Meðan vit koyrdu heim, tosaðu vit um, hvussu løgið tað var, at appelsinirnar høvdu júst so nógvar bátar, sum tað vóru fólk, og tað minti okkum øll í bilinum á, at Gud vísur okkum niður í minsta smálut, at hann hevur umsorgan fyri okkum. Spurningurin er bara, um vit lata hann gera tað, ella vit heldur vilja orðna tingini sjálv.

Ein stór uppliving

Eg havi vitjað 15 skúlar tilsamans, síðani eg kom í oktober. Skúlar í Monrovia og uttanfyri. Vit hava verið nokk so fitt norðarlaga í Liberia og vitjað skúlar, har vit eisini lógu nátt. Tá vit 4. desember vitjaðu í Eyekepa, fóru vit um markið og vitjaðu Guinea. Tað var spennandi og ein stór uppliving fyri meg.

Jesus finnur veg gjøgnum alt myrkur

Tá vit hugsa um jólini, vella nógvar ymiskar kenslur og tankar fram. Vit kunnu minnast aftur á barnaárini og hvussu stór gleðin var um alt tað, foreldur okkum skipaðu fyri heima, og nú vit sjálv hava børn og barnabørn, royna vit at skapa tey bestu jólini við mati, gávum og nærveru. Vit vilja ikki gloyma nakað í øllum fyrireikingunum.

Jólamánaðurin er eisini trupul fyri mong. Minnini um tey, ein saknar, tey, ein hevur mist. Tær høgu vónirnar um samveru, sum ikki eydnaðist, ja, alt tað, sum í desember kann tykjast eyka tungt, og júst tí er tað ein gleði, at vit kunnu siga fólki, at tað er vón fyri dagarnar, sum koma.

Jólini boða okkum, at mitt í myrkrinum sendi Gud eitt ljós til menniskjuni gjøgnum son sín Jesus Kristus.

Tí er einki myrkur hjá ella í einum menniskja so myrkt, at Jesus ikki finnur vegin, eingin sorg so stór, at Jesus ikki kann ugga, og eingin støða so vónleys, at Jesus ikki kann fáa hana aftur á rættkjøl.

LES EISINI  Jóannis Fonsdal: Bróðir Andreas: Smuglari Guds

Vit lesa í jólaevangeliinum: ”Tykkum er í dag ein frelsari føddur” (Luk 2,11). Frelsarin varð sendur okkum øllum, og við honum kom friðurin á jørð. Uttan mun til, hvussu kenslur og væntanir okkara skifta, so stendur fast, at frelsarin varð sendur til øll fólk á jørð. Til tey ríku og fátæku, til tey ungu og gomlu, til tey frísku og tey sjúku, ja, til øll fólk, uttan mun til teirra dagligu kor.

Tí minnir henda tíðin okkum á, vinir, hvussu stóra gávu vit hava fingið, at Jesus varð sendur niður til jarðar sum menniskjunnar frelsari.

Gleðilig jól

Eg ynski tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Má Guds friður, sum ber av øllum, vera við tykkum øllum.

 

Í Kristusi
Elisabeth Poulsen

Biðið við mær

Takka fyri:

  • at eg havi tað gott í Liberia

Bið um: 

  • varandi frið í landinum
  • at foreldrini mugu skilja, hvussu stóran týdning tað hevur at senda børnini í skúla
  • at Gud serliga má vera hjá teimum, sum hava tað trupult hesi jól
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina