Nú kanst tú stuðla ymsum verkætlanum beinleiðis á Trúboðanum

Víðfevnda og fjølbroytta arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður fíggjað við sjálvbodnum gávum, og gevarar kunnu bæði stuðla samlaða arbeiðnum og einstøkum arbeiðsgreinum ella verkætlanum, sum ein sjálvur vil. Ein nýggjur og einfaldur máti at stuðla er at fara inn á nýggju stuðulssíðuna, har einfalt yvirlit er yvir viðkomandi verkætlanir við stuttari lýsing av hvørjari verkætlan. Stuðulssíðan sæst við at trýsta her.

Til ber at stuðla eini valdari verkætlan við at trýsta á hana og síðani trýsta á ‘stuðla’ og fylla teigarnar út. Ein velur upphædd og rindar við gjaldskorti. Á tann hátt kann ein bæði stovna fasta mánaðarflyting og flyta eina gávu eina ferð. Gjaldsskipanin verður umsitin av FarPay, og tað er trygt at nýta gjaldskort. Nærri lýsing er av gjaldstreytunum inni á hvørjari verkætlan.

Stóra takið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini næstu tíðina er, at tríggir trúboðarar verða settir í 2020. Tveir byrja um ársskiftið og tann triði í mai. Tí er brúk fyri, at mong vilja vera við til at bera hetta framstig fíggjarliga.

LES EISINI  Sørvingar vitjaðu fongsul í Rumenia

Kirkjuliga Heimamissiónin takkar fyri eina og hvørja gávu til víðfevnda missiónsarbeiðið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina