Poddvarp: – Hvar vilt tú brúka okkum, Gud?

Vit práta við Jóhannes Finnsson, ið saman við konu síni Kristianu úr USA er trúboðari í Dar es Salaam í Tansania. Tey eiga tvey ára gamla sonin, Dánjal Óla.

Jóhannes arbeiðir sum tónleikalærari á HOPAC (Haven of Peace Academy), ið er ein altjóða skúli við næmingum bæði úr Tansania og børnum hjá trúboðarum í landinum. Kristiana hevur útbúgvið seg innan mentanir og mentanarmunir og arbeiðir við fólkum við rørslutarni.

Jóhannes greiðir frá, hví tey eru farin allan vegin til Tansania í missiónstænastu, hvat tey fáast við, um landið, mál og mentan, og um avbjóðingar og gleðir í gerandisdegnum.

LES EISINI  Útsendingargudstænasta á Skála leygarkvøldið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina