Í skugga almáttugans

Andakt yvir Sl 91

“Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans, sum sigur til Harrans: “Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!” (Sl 91,1-2).

Her verður ein týdningarmikil bíbilskur sannleiki undirstrikaður fyri okkum. Øll menniskju, sum liva í felagsskapi við Gud, eru áhaldandi undir Guds vernd. Tí kunnu hesi eisini altíð hvíla trygt.

Tá ein hevur Gud sum sína vernd, tá hevur ein eisini alt tað, ið einum veruliga tørvar. Tað er líkasum Sl 23 orðar tað: ”Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni…” (1). Eg kenni ongan sakn, tí at eg havi hina bestu verndina, ið ein yvirhøvur kann ynskja sær. Eg siti í lívd hins hægsta og havi mítt skjól í skugga almáttugans. Hjá honum eri eg tryggur! Tí flýggi eg eisini altíð til hansara. Eg veit jú, at hann ongatíð svíkir meg. Hann er mítt skjól og mín vernd, tá ið eg eri staddur í vanda.

 

Tú ert tryggur hjá Gudi

Við trúnni á Jesus situr tú áhaldandi í lívd hins hægsta og hevur skjól títt í skugga almáttugans, og harvið verður restin av Sl 91 eisini galdandi fyri teg:

”Tí hann tær vil bjarga frá jagarans snerru, frá drepandi sótt. Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur. Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi; ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið. Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti vernd er og verja. Bert við tínum eygum skalt tú tað síggja, revsing teirra gudleysu fært tú at skoða. Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól. Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi. Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. Á hondum skulu teir teg bera, at tú ei fót tín skal meiða á nøkrum steini. Tú treður á slangur og ormar, leyvur og drekar traðkar tú niður” (Sl 91,3-13).

Stutt sagt nýtist tær ikki at óttast nakað sum helst, tá ið Harrin er tín vernd og verja! Einki ilt skal henda tær, tá ið tú situr í lívd hins hægsta. Hin hægsti merkir jú, at Gud valdar yvir øllum øðrum maktum. Tí ert tú tryggur hjá honum! Hann gevur enntá sínum einglum boð um at varða teg á øllum tínum leiðum.

LES EISINI  Trygt at vera umringað av Jesusi

 

Er hetta ikki eitt sindur veruleikafjart?

Men nú spyrt tú kanska, hvussu hetta hongur saman við lívið, soleiðis sum vit kenna tað. Er hetta ikki eitt sindur veruleikafjart? Vit vita jú, at Guds børn fara gjøgnum allar møguligar líðingar. Eisini í dag verða kristin forfylgd og dripin vegna trúnna. Hvussu kann ein tá samstundis siga: ”…einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi”? Ella hvussu kann ein í hesum koronatíðum siga, at tú ikki skalt ræðast: ”…sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið”? Tey seinastu trý versini í Sl 91 tykjast at geva okkum svarið: Tí at hann meg elskar, eg honum hjálpi, eg honum bjargi, tí hann kennir navn mítt; kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru. Við æviskeiði longum eg hann vil metta og lata hann skoða frelsu mína!” (Sl 91,14-16).

 

Gud er við okkum í øllum lívsins viðurskiftum

Vit eiga Guds vernd og verju í øllum lívsins viðurskiftum, tá ið vit við trúnni á Jesus hava fingið skjól í skugga almáttugans. Og tá ið vit brádliga eru stadd í trongd vegna sóttina, ið sníkir seg í myrkri og sjúku, sum herjar um middagsleitið, so kann tað væl vera, at vit koma at líða undir hesum, hóast vit áhaldandi hava biðið Gud um at bjarga okkum út úr trongdini. Men tey, sum søkja sær skjól í skugga almáttugans, hava kortini Guds lyfti uppá, at hann er við teimum mitt í trongdini. Eisini nú, meðan koronavirusið ger um seg, kunnu vit líta á, at Gud er við okkum. Hann er ikki farin út at ferðast! Nei, hann er altíð við okkum – eisini mitt í trongd, sorg, sjúku og deyða kunnu vit líta á hetta, at hann er við okkum. Við Jesusi hava vit jú fingið skjól í skugga almáttugans! Har eru vit altíð trygg! Og har er framtíðin altíð vónrík! Himmalin er fyri framman! Harrin vil lata okkum skoða sína frelsu! Og har fer einki koronavirus nakratíð at plága okkum! Har fer í grundini yvir høvur einki at plága okkum: Eingin synd, eingin sorg, eingin sjúka, eingin pína, eingin deyði! Í Opinberingini verður hesin staðurin lýstur soleiðis: ”Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: «Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið” (Opb 21,1-4).

LES EISINI  Pápi kennir meg

 

Endi

Luther yrkti kenda sálmin ”Vár Guð er føst og haldgóð borg” í tíðarskeiðinum 1527 – 1529, meðan Wittenberg var rakt av pest, og ótti, sjúka og deyði setti sín dám á gerandisdagin. Mitt í hesi truplu tíð var tað kortini troyst og vón í orðunum: ”Óttast ikki!” Tað tykist kanska eitt sindur lætt at siga hesi orð, tá ið lívið er trupult. Men fyri Luther vóru hetta als ikki tóm orð! Hesa tíðina upplivdi hann nevniliga sjálvur tær álvarsomu fylgjurnar av pestini. Mitt í hesi truplu tíð kundi hann kortini siga: ”Vár Guð er føst og haldgóð borg, / har vit væl vardir standa, / hann hjálp vár var í hvørji sorg, / vár vernd í hvørjum vanda…” Hetta er eisini galdandi fyri teg og meg í dag. Gud hjálpir okkum í hvørji sorg og er okkara vernd í hvørjum vanda! Um vit sum kristin sita í lívd hins hægsta og finna okkum skjól í skugga almáttugans, so kunnu vit mitt í pestini, koronatíðini og í øllum lívsins viðurskiftum altíð siga við Gud: “Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!”

 

LES EISINI  Trygt at kenna hann, sum hjálpir og verjir

Bøn

Himmalski faðir, takk at tú við Jesusi Kristi hevur givið mær eitt skjól, sum eg altíð kann líta á – eitt skjól, har eisini eg kann prísa tær og siga: ”Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!” (Sl 91,2). Harri, í tínum verndarskugga eri eg altíð tryggur – bæði í lívi og í deyða, tí at tú ert við mær! Og hjá tær havi eg altíð eina vónríka framtíð. Varðveit meg tí hjá tær, inntil eg síggi tína frelsu við mínum egnu eygum – Himmalin – hitt nýggja Jerúsalem!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina