Innsavnan til Liberia er byrjað sera væl.
Sum áður nevnt á Trúboðanum, hevur tann lutherska kirkjan í Liberia biðið um hjálp, nú ein rúgva av fólkum við tilknýti til kirkjuna ikki longur hava møguleika at halda hús og føða familjuna.
Tað var Elisabeth Poulsen av Skála, ið er send til Liberia gjøgnum Promissio, ið bað um hjálp vegna Liberia, og tí fóru fólkakirkjan og Meinigheitshúsið á Skála ígongd við innsavnan í Føroyum. Elisabeth hevur fyrr forklára at kirkjan í Liberia fær pengar tá tað er innsavnan til gudstænasturnar. Pengarnir verða nýttir til millum annað lønir til starvsfólkini, men nú tey ikki hava gudstænastur, er eingin innsavnan. Kirkjan hevur yvir 100 prestar í starvi, sum taka sær av 91 meinigheitum. Eisini er ein stór rúgva av familjum, ið fáa alla sína inntøku frá kirkjuni, men tá tað ikki er møguligt at samla pengar inn, megnar kirkjan ikki at stuðla øllum hesum menniskjunum, sum frá einum degi til tann næsta hava mist sína inntøku.
– Ta fyrstu vikuna hava vit í Føroyum samla 27800 krónur inn til endamálið, fortelur ein sera fegin Elisabeth Poulsen, ið vónar, at tað fer at halda áfram tær komandi vikurnar. Tað er nevniliga tørvur á allari hjálp, ið er at fáa.
Tá Heimsbankin í 2017 gjørdi upp, hvørji lond vóru mest fátøk, stóð Liberia á einum keðiligum 5. plássi.
Tað merkir, at landið sum heild er sera sært, tá kreppur raka, sum ein ger beint nú.
Ein og hvør, sum vil vera við til at hjálpa, kann lata eina gávu á konto nr. 6460-155.192.4 í BankNordik og viðmerkja “Liberia hjálp”. Pengarnir, sum koma inn, verða sendir víðari til Promissio, sum samstarvar við kirkjuna í Liberia.
Á https://promissio.dk/nyhedsmail/ kanst tú melda teg til og á tann hátt fylgja við Elisabeth og kunna teg um hennara arbeiði í Liberia.