Innsavnan til Liberia eydnaðist sera væl

Sum vit áður hava skrivað um her á Trúboðanum, hava Fólkakirkjan og Meinigheitshúsið á Skála tær seinastu vikurnar samlað pengar inn til ta Luthersku kirkjuna í Liberia. At tí at kirkjan ongar inntøkur fær at gjalda lønir fyri, so leingi landið er stongt vegna korona, eru nógv fólk við tilknýti til kirkjuna í stórari neyð.

Innsavningin er nú liðug, og inn komu 72.100 krónur.

Í miðal liva 60% av afrikanarum av tí, ið verður nevnt ’frá hondini og í munnin’. Tað merkir, at tey hvønn dag mugu vinna sær pening til at keypa mat fyri. Liberia er eitt av heimsins fátækastu londum, og tað eru tey fægstu, sum eiga niðurfyri til at taka av, tá ið kreppa rakar. Tað er tí ein stórur smeitur fyri fólkið at standa uttan inntøku, tí tá eiga tey heldur ikki pening at keypa mat fyri.

LES EISINI  Kirkjan í Liberia hevur tørv á bráðfeingishjálp
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina