Ítrivsrúmið klárt til legurnar
Eitt av úrslitunum, sum kom burtur úr arbeiðsdegnum, var, at ítrivsrúmið bleiv gjørt klárt til summarlegurnar. Eg tosaði við Rósalind Olsen, sum eisini hjálpti til við at rudda rúmið í fjør, og tá nevndi hon, at hon angraði, at hon ikki hevði tikið áðrenn og aftaná myndir av rúminum. So eg minti hana á tað í ár.
Rúmið bleiv ruddað og vaskað, og okkurt bleiv málað eisini. Tá arbeiðsdagurin var komin at enda, manglaði at leggja dúkar á borðini, og tað lovaði Marjan Kass Nielsen at gera ein dag í vikuni.
Vit hava nú fingið myndir av lidna rúminum.