Ítróttur: Tann seinasti bleiv fyrstur
At verða kallaður av Gudi, merkir ikki altíð, at man skal gerast prestur ella trúboðari. Gud kallar menniskju til nógvar ymiskar tænastur. Í roynd og veru hevur hann hugsað um framtíðina hjá hvørjum einstøkum menniskja. Her á Trúboðanum hava vit áður skrivað um Miss Germany 2023, og tey av okkum, ið dáma væl at hyggja at amerikonskum fótbólti, fingu í seinasta kappingarári møguleikan at læra ein mann at kenna, sum Gud hevur givið eitt heilt øðrvísi kall, sum tey flestu av okkum ongantíð uppliva.
Í tí amerikonsku fótbóltsdeildini, NFL, ger man eina úttøku av nýggjum leikarum á hvørjum ári. Fyrst velur eitt lið ein leikara, og síðani velur tað næsta liðið ein leikara o.s.fr. Soleiðis heldur man áfram til øll liðini hava valt sjey ferðir.
Ein av leikarunum, sum seinasta ár sat spentur og vónaði at fáa ein sáttmála, var Brock Purdy. Men sum tíðin leið, sá tað meira og meira vónleyst út. 261 leikarar vórðu úttiknir, og har var bert eitt pláss eftir. Brádliga ringdi telefonin hjá Brock Purdy. Tað var eitt av teimum bestu liðunum í deildini, “San Francisco 49’ers”, sum fegnir vildu bjóða honum tað seinasta plássið í liðnum.
“49’ers” høvdu longu tveir av teimum bestu leikarunum á leikplássinum hjá Purdy, men hann fekk slapp at verða eykaleikari hjá núverandi eykaleikaranum. Brock Purdy gjørdist seinasti leikarin, sum bleiv úttikin av einum liði. Brock Burdy tók av møguleikanum. Hann segði ikki bara ja til ein sáttmála, ið gav honum møguleika at arbeiða við tí, sum hann hevði hug til. Hann fekk samstundis heitið “Mr. Irrelevant” (hr. Óviðkomandi). Hetta heiti fær tann leikarin, sum verður úttikin seinast. Eingin leikari á nøkrum liði er lægri í metum enn tann, sum verður úttikin sum leikari nummar 262.
Tó kundi eingin seta fingurin á arbeiðið hjá Brock Purdy. Hvønn dag møtti hann upp til venjing, og arbeiddi altíð av øllum alvi.
Brock Purdy er kristin. Longu áðrenn hann bleiv úttikin, segði hann fyri fjølmiðlunum, at samleiki hansara “er í Kristusi”:
“Hey. Líkamikið hvat, so møti eg upp til college fótbólt framyvir, og fara Gud og Jesus altíð at vera mín samleiki”. Og líkamikið hvat Brock Purdy stóð fyri, so fór hann ikki at vikast frá tí, sum hann áður hevði sagt í eini samrøðu, meðan hann enn var leikari á einum fótbóltsliði hjá einum universiteti: “Í Honum havi eg ein góðan grundvøll”.
Tað óveruliga hendi
Ein dagin hendi tað, sum eingin hevði væntað. “Mr. Irrelevant” gjørdist brádliga miðdepilin í einum amerikonskum ævintýri. Báðir liðfelagar hansara vórðu skaddir, og tann ungi týdningarleysi maðurin mátti trína inn á leikvøllin, og yvirtaka tað týdningarmiklasta plássið á vøllinum. Og teir vunnu ikki bara hendan dystin. Teir vunnu eisini tann næsta. Og tann næsta…
“Tú fert út har, tú fyrireikar teg so væl sum til ber, og tú gerst betri hvønn einasta dag til venjing. Og tá ið tú fært tín møguleika, var tað tað tú skuldi brúka tað til. Fyri meg er tað at trúgva á Harran, og at líta á hann”, segði Brock Purdy við fjølmiðlarnar.
Hevur Jesus við í sínum arbeiði
“Hvørja ferð eg spæli – líkamikið hvat hendir – ynski eg, at onnur skulu síggja Gud ígjøgnum mínar gerðir”, hevur hann einaferð sagt. “Hvørja ferð eg tríni inn á leikvøllin, ynski eg at geva Honum æruna. Hóast vit tapa, peiki eg á Gud, og takki honum fyri møguleikan. Alt hendir av eini orsøk; alt er ein lektia frá Harranum. Tað er bert eitt spæl; tað er ikki mítt lív”.
Kappingarárið hjá Brock Purdy fekk ein steðg fyri hansara viðkomandi, tá ið hann bleiv skaddur í høgra alboganum av eini harðari takkling. Í løtuni fer hann ígjøgnum fleiri skurðviðgerðir og eina longri endurvenjing, og vónin er, at hann verður aftur á leikvøllinum í komandi kappingarári.
Tann ungi “Mr. Irrelevant” er brádliga vorðin relevantur. Tað verður gott at síggja hann aftur sum fótbóltsspælara og fyrimynd.
Magni Skoradal hevur umsett