Jábez

Lat Gud siga tær, hvør ið tú ert! Navnið Jábez merkir “pína og trupulleiki”. Kanst tú hugsa tær at koma inn í eitt rúm og hoyra onkran siga: “Har kemur trupulleiki,” ella at onkur umtalar teg sum “eina pínu”? Og uppaftur verri – mamma Jábez setti handan merkiseðilin á hann tann dagin, hann varð føddur, tí “… Við verkum havi eg føtt hann!”

… og móðir hansara nevndi hann Jábez, tí hon segði: »Við verkum havi eg føtt hann!«
1.Krýn.4,9b

Men Jábez sýtti fyri at bera handan merkiseðilin ella lata navnið lýsa seg. Staðin fyri at hyggja aftur um bak at fortíð síni og lurta eftir teimum, sum funnust at honum, vendi hann sær til Guds og bað: “Jábez ákallaði Ísraels Guð við hesum orðum: »Gævi tú vildi signað meg stórum og økt um land mítt og latið hond tína verið við mær og bjargað mær úr ógævu, so at mær verður einki at harmi!« Og Guð veitti honum tað, sum hann bað um.” 1.Krýn.4,10

Tann merkiseðilin, sum situr uttan á einari fløsku, greiðir frá tí, sum er í fløskuni. Og um tú loyvir øðrum at seta merkiseðlar upp á teg, avmarka teir tína tilveru, tí slepst ikki undan. Og um tú fyrst góðtekur handan merkiseðilin, sum tey seta á teg, fert tú at halda, at tað lýsir, hvør ið tú ert, og at tú ongantíð fert at røkka meir enn tað.

Nei, tað er bara Gud, sum kann siga tær, hvør ið tú ert!

Ger tí sum Jábez – far beinleiðis til kelduna: Gud. Hann skapti eg. Hann frelsti teg. Hann kallar teg. Hann gevur tær evnini. Hann gevur tær styrki. Hann lønar tær. So tá ið onnur menniskju royna at seta merkiseðlar á teg, stígur Gud fram og sigur:

Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín.
Jes.43,1b

Sannleikin er tann, at Gud elskar teg, og at hansara góðkenning vinnur á allari aðrari ónøgd.
Effie Campbell umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina