Jesu bønarlív

– Lærið av mær, segði Jesus einaferð við sínar lærusveinar.

Tað merkir, at Jesus hevur nakað at læra okkum í teimum ymisku støðunum, sum vit møta í lívinum. Eisini tá ið tað er um okkara bønarlív, hevur Jesus nakað at læra okkum:

– Hvussu bað Jesus?
– Hvat kunnu vit læra av Jesusi um tað at biðja?

Jesus brúkti bønina sum samrøðu í trúnaði við sín faðir.

– Faðir! Soleiðis vendir Jesus sær til Guds. Í trúnaði, nær og beinleiðis. Bønin var staðið, har Jesus varðar um nærsambandið við sín himmalska faðir. Bønin lýsti kærleikaviðurskiftini, sum vóru teirra millum. Í bønini hevði Jesus samfelag í trúnaði við sín faðir. Við at tosa, og við at lurta.

Eisini tær og mær tørvar eitt tílíkt samfelag í trúnaði við Gud. Møguleikarnir eru okkum givnir í bønini.

Jesus gav sær altíð stundir til bøn.

Jesus hevði ofta úr at gera. Men ongantíð so nógv, at tað tarnaði bønarlívinum. Bíblian fortelur, at Jesus ofta fór burturfrá, í stilli, har hann kundi vera í einingi. Hann fór avstað fyri at biðja. Av og á tók hann eisini sínar lærusveinar við sær, tá ið teir høvdu nógv at gera. Maktaðir lærusveinar fingu hjálp frá Jesusi til stilli og bøn.

LES EISINI  Morgun- og kvøldbøn leygardag

Eisini vit hava brúk fyri bønini. Sum hvíldarstað í tænastuni, og orkustøð á himmalvegnum.

Jesus brúkti bøn í øllum lívsins umstøðum.

Í Bíbliuni síggja vit, at Jesus brúkti bøn í mongum ymiskum umstøðum. Við sjúkrasongina og við grøvina, í frálæru og boðan. Tá ið hann møtti svongum, bangnum og einsligum menniskjum. Bøn letur himmalin koma inn í støðuna. Eisini okkum tørvar himmalsamband í dagliga arbeiðnum, og himmalorku í tænastuni fyri Harran.

Jesus nýtti forbøn fyri øllum menniskjum.

Nógv sjálvgóðska er ikki at síggja hjá Jesusi. Umsorgan fyri øðrum menniskjum fylti alt hansara lív. Ofta vísti hettar seg í forbøn.
Ongantíð síggja vit tað greiðari enn í líðingarsøguni. Lætt er at hugsa, at nú hevði væl Jesus nóg mikið í sær sjálvum. Men ongantíð bað hann so nógv fyri øðrum sum tá.

– Á Oljufjallinum grætur hann um staðin.
– Í salinum, har halga kvøldmáltíðin varð hildin, biður hann fyri ivandi vinum.
– Í Getsemane sigur hann Pæturi um sítt bønarstríð.
– Á krossinum biður hann: – Faðir, fyrgev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera.

LES EISINI  Bíblian

Jesus nýtti forbønartænastuna. Tað eiga vit eisini gera!

 

Til umhugsanar

Jesus har bedt oss å lære
lære å ligne Guds Lam.
Ydmyk, saktmodig å være,
det skal jeg læra hos ham.
Skue hans åsyn så længe,
at jeg forvandles derved,
og at hans bilde kan trænge
dybt i mit hjerte seg ned.

H.A. Tandberg, 1910

 

Å, Jesus, ditt namn er det beste
av alt det, du syndaren gav.
I bøna hans fullkomne feste,
i døden hans kjepp og hans stav!

Nils Lavik, 1927 / Sangboken, Nr 395

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina