Jesus broytti lívið 

Vitnisburður frá 100 ára gomlu Trinu Viderø 

Trina Viderø er fødd 1923 í Hvalvík; har hon eisini vaks upp. Hon hoyrdi um Jesus heima og í skúla, í kirkjuni og í missiónshúsinum og kendi seg drignan at Jesusi í ungdómsárunum. So fór hon í skúla í Havn, og tá dragnaði samband hennara við Jesus. Heimurin dróg og serliga, dansurin. Henni dámdi væl at ganga í dans, og serliga krígsárini, og tað upplivdi hon bæði stuttligt og undirhaldandi. 

Gudstænastur og møtir vóru í Hvalvík, og Gud arbeiddi við orði og anda sínum. Eina náttina droymdi Trina, at hon sá navn sítt týðiliga skrivað á himmalinum við hvítum bókstavum. Tað skelkaði hana, og hon hugsaði: “Sær Gud meg”? Eftir tað var hon andaliga vakt. 

Eftir nevndu hendingina fór hon aftur í dans í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hon var ikki frelst og kendi tað ikki skeivt at dansa. Komin inn í gongina, var tað sum tann óndi tók tvørtur um hálsin á henni, og hon vildi kvalast. Hon fór kortini inn í dansisalin, men steðgaði stutt. Tá talaði Jesus til hennara og segði: “Hetta ert tú liðug við!” Hendingin var aftur ein andalig veking, og hon var liðug við dansilívið 

LES EISINI  Vanlukkan, ið broytti mítt lív

Nakað aftaná droymdi Trina aftur. Í dreyminum sá hon glatanina, og hon var aftur skelkað. Samstundis sá hon tvey menniskju í dreyminum, sum vóru virkin á møtunum í missiónshúsinum í Hvalvík. Hon fekk ta sannføring, at hon skuldi savnast við teimum til møtir. Eftir tað byrjaði hon at ganga til møtini, men kendi seg dálkaða, synduga og glataða.  
Undir einum møti, sá hon brádliga Jesus fyri sínum innara sálareyga; hann, sum var deyður fyri syndir hennara. Tá fekk hon náði og mátt til at trúgva á Jesus og at fylgja honum. Tað var fyrst og fremst eitt kall til frelsu og síðan til tænastu. 
Á sama møti, fekk Trina mátt og dirvi til at reisa seg og játta Jesus alment sum sín frelsara. Tvey onnur gjørdu tað sama aftaná hana. 

Trina kann aldri fulltakka Jesusi fyri, at hann frelsti hana, og hevur varðveitt hana øll hesi mongu ár. Jesus hevur verið og er støðugt trúgvur, góður og neyðugur. 
-Tað er bæði gott og neyðugt at eiga Jesus. Eg skilji ikki rættiliga tey, sum ferðast gjøgnum lívið, og serliga teir tungu dagarnar uttan samband við Jesus.  
Jesus heldur fast – eisini í ellini. Pætur sigur soleiðis um Gud:  
-Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. (1 Pæt 5,7)- 

LES EISINI  Gamla konan, sum einki megnaði

Skrivað út frá samrøðu við Trinu 25. januar 2018. 

Torleif Johannesen 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina