Jesus er neyðugur, men trúgvi eg nóg mikið?

-Eg havi altíð trúð á Jesus, sum eg hoyrdi um frá barni av. Sum børn vórðu vit upplærd við orðinum um Jesus og komu fast í kirkju og á møti. Tá eg seinni kom til Havnar, kom eg eisini í kirkju og til møtir, tí at savnast um orðið um Jesus hoyrdi við til lívið hjá mær-
Tað sigur 94 ára gamla Alma Frederiksberg á Strondum, sum er ættað úr Hesti

-Eg havi altíð lisið í Guds orði, biðið til hansara, ynskt at gingið leiðir hansara og savnast um orð hansara, man eg so ikki trúgva? Jú, tað geri eg, men eri eg nóg trúgvandi?
Samstundis má eg siga, at álitið á Jesus er blivið størri og størri við árunum, hóast ivin viðhvørt vil sníkja seg inn, sigur hon.

-Tað eg lærdi um lívið og serliga um kristinlívið frá barni av, hevur havt alstóran týdning fyri meg, og hevur tað enn. Stórasystir, Ása, var ein góð fyrimynd, serliga í barna- og ungdómsárunum, sigur hon. 

– Bakkøst hava verið gjøgnum lívið, men Jesus hevur verið trúgvur og hildið mær føstum. Nú eri eg gomul og gleði meg til at síggja Jesus. Samstundis tosi eg við hann um at rannsaka meg, so eg eri á rættari leið. Ja, Jesus er neyðugur, og eg kann ikki hugsa mær at liva uttan hann- sigur Alma Frederiksberg.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina