Jesus hevur lovað at koma aftur.

Skrivað: Hanus Lassen

Nú ein dagin sá eg ein fremmandan bil koyra framvið – á síðuni stóð skrivað á enskum við stórum reyðum bókstavum, á hvítari bakgrund: Jesus hevur lovað at koma aftur.

Í Jóhannes 14,1-11 talar Jesus við lærusveinarnar um burturferð sína og sigur, – «Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.» Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?» Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær (Jóh 14,1-6).

Í Ápostlasøguni 1, 9-11 lesa vit um løtuna, tá ið lærusveinarnir sóu Jesus verða tiknan upp, til eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. – Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals» (Áps 1,9-11).

LES EISINI  Jesus kemur aftur

Jú, sanniliga hevur Jesus lovað at koma aftur, og her lósu vit um tveir einglar, sum søgdu, at hann skal koma aftur á sama hátt, sum hann fór til himmals. Nú er spurningurin til okkum, trúgva vit hesum? Um svarið er ja, eru vit so tilreiðar at møta Jesusi, tá ið hann kemur? Bíblian sigur, at vit eru øll syndarar. – Av himni Harrin lítur á mannabørnini niður at vita, um nakar er vitur, um nakar søkir Gud. Teir eru allir spiltir, allir sum ein eru viltir; hann er eingin, ið ger gott, ikki ein einasti teirra (Sálm 14,2-3). Og hesa vanlukkuligu støðu komu vit í, av tí at okkara fyrstu foreldur lótu seg tøla av orminum, tá ið hann segði, “Tit skulu als ikki doyggja”. Tó at Gud hevði sagt, at um tey ótu av træi kunnleikans um gott og ilt, skuldu tey vissuliga doyggja, hetta kunnu vit lesa um í 1. Mósebók kapittul 3. Nú var syndin komin inn í heimin, og syndin gjørdi skilna millum okkara fyrstu foreldur og Gud, tey vóru rikin út úr urtagarinum.

LES EISINI  Kristi himmalferðardagur

Bíblian sigur, at Gud elskaði sín falna skapning so høgt, at hann legði eina bjargingarætlan.

Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív (Jóh 3,16). Tá ið Jesus byrjaði at prædika, segði hann: ”Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!” (Matt 4,17). Sum vit sóu, so førdi syndin okkum inn á ein veg, sum gongur burtur frá Gudi, og nú biður Jesus okkum venda um og ganga mótsættan veg. “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). At opna okkum vegin aftur til Guds kostaði Jesus lívið, ja, ein pínufullan deyða á einum krossi uttan fyri Jerusalem. Men áðrenn hann andaðist rópti hann: ”Tað er fullgjørt”, og forhangið í templinum skrædnaði úr erva og niður í gjøgnum – sum eitt tekin um, at nú var vegurin opin aftur inn til Guds. Jesus var lagdur í grøvina, men triðja dagin var grøvin tóm, og Jesus vísti seg fyri mongum, sum høvdu trúð á hann, síðani fór hann heim aftur til himmals.

LES EISINI  At seta sær fyri

Í Filippibrævinum 3,20 skrivar Paulus til tey heilagu, sum eru í Filippi. – Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Kristus (Fil 3,20). Eisini vit, sum í dag trúgva á Jesus og hava tikið ímóti honum sum okkara persónliga frelsara, vænta Jesus at koma aftur, og vit vænta, at hann kemur skjótt, tí at tær hendingar, sum Jesus segði skuldu vera beint áðrenn hann kom aftur, síggja og hoyra vit um hvønn dag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina