Jesus kemur aftur
Augsburgska trúarjáttanin XIII: Hvønn leygardag gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007.
”Somuleiðis læra tey, at Kristus skal koma til sjóndar við heimsins enda at døma, og at hann skal vekja upp øll tey deyðu. Teimum gudrøknu og útvaldu skal hann geva ævigt lív og áhaldandi gleði, men tey ógudiligu og djevlarnar skal hann fordøma at líða endaleysa kvøl. Tey fordøma endurdoypararnar, sum halda, at endi verður á revsingunum hjá teimum fordømdu menniskjunum og djevlunum (úr 17. grein).
Klárur at koma við?
Meg minnist, at eg sum 8-9 ára gamal sat niðri í fjøruni saman við nøkrum vinmonnum og roykti eina sigarett, sum vit høvdu stolið. Vit sótu og reypaðu um, hvør tordi best hetta og hatta, og so knappliga spyr ein: “Um Jesus kom aftur beint nú, høvdu vit so komið við?” Eg gjørdist ógvuliga bangin av hesum spurninginum, tí eg helt ikki, at eg var klárur.
Seinni, tá eg var eini 16 ára gamal, setti eg mær fyri at lesa eitt sindur í Bíbliuni. Tað hevði eg ikki gjørt so nógv áður, men kendi eitt lítið sindur til onkrar av bókunum í Bíbliuni. Eg gjørdi av at lesa Opinberingina.
Eg hugdi nógv at ræðufilmum og las fleiri bøkur í somu sjangru og hugsaði tí, at Opinberingin helst var tann bókin, sum kundi eggja meg mest.
Og eg las eisini bókina frá byrjan til enda; men tað sama hendi, sum fyrr var hent; eg gjørdist hjartkiptur. Minnist enntá, at eg eina náttina droymdi, at Jesus var komin aftur, og at fleiri av mínum vinum vóru komnir við; men eg var eftir. Stutt eftir hendi tað gleðiliga, at Jesus kom inn í lív mítt; og dópsnáðin gjørdi seg aftur galdandi fyri meg.
Tað var ein spennandi tíð; men tað, sum eg fekk mest burtur úr, var at koma til mikukvøldsmøti í missiónshúsinum í Leirvík. Ikki tí vit vóru mong; ikki tí at tónleikurin var supermodernaður; ikki tí at flestu luttakararnir á møtinum vóru á mínum aldri; nei, men tí at bíbliuboðskapurin og bønin vóru kjarnin á hesum møti. Tað vóru hesi møtini, sum veruliga góvu mær smakk fyri bíbliulesnaði og trúarlæru.
Tá eg byrjaði at ganga á hesi møtini, vóru tey júst í holt við at lesa Opinberingina, eitt kapittul hvørja ferð. Men her hendi tað løgna fyri meg, at henda bókin, sum fyri hevði staðið sum ein ræðusøga fyri mær, nú knappliga var vorðin gleðiboðskapur. Eg varð ikki longur bangin, men fyltur av friði og gleði, tá eg las í henni.
Gleðiboð
Hetta er tað, sum Jesu afturkoma snýr seg um! Tað er upprunaliga ikki ein ræðuboðskapur, men eini stór gleðiboð!
Jesus sigur soleiðis við Nikodemus: “Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guds sonar” (Jóh 3,17-18).
Tá ið Gud sendi Jesus til jarðar fyrstu ferð, var tað fyri at gjalda revsingina fyri mína og tína synd! Jesus kom til jarðar fyri at doyggja fyri meg! Jesus kom fyri at fara glataður, so at glatanin ongantíð skal raka meg!
Um eg vil taka við hesum í trúgv, so er tað galdandi fyri meg! Tá eri eg frelstur! Vil eg ikki trúgva, so kemur dómurin yvir meg, tá Jesus kemur aftur! Tá verði eg ikki dømdur fyri, um eg nú havi livað gott ella ikki, men um eg tók ímóti gleðiboðskapinum ella ikki! Tað er vantrúgvin, sum kemur at døma meg, um eg ikki trúgvi.
Hvussu leingi?
Heimurin í dag er ógvuliga upptikin av, um jørðin kann yvirliva ella ikki! Tosað verður um, at fleiri og fleiri jarðskjálvtar, flóðaldur og aðrar náttúruoyðileggingar koma. Meiri og meiri yvirgangur kemur fram! Michael Moore ger filmar sum “Bowling Colombine” og “Fahrenheit 9/11”; Al Gore kemur við filminum “An Inconvenient Truth”, spælifilmar eita “Sunshine”, “Children of Men”, “Left behind” og so framvegis. Alt hetta snýr seg um: “Man heimurin hóra undan ella ikki?” Óttin er ofta drívmegin! Óttin setur dagsskránna! Men hetta er ikki tað, ið kristindómurin fyrst og fremst hevur at bjóða.
Jú, Bíblian tosar eisini um at læra av fikutrænum og at lesa tíðarinnar tekin; men ikki fyri at skapa ótta!
Men harafturímóti fyri at vísa okkum á vónina, at Gud fer at endurskapa heimin. At Gud fer at taka síni útvaldu heim.
“Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast” (Luk 21,28).
Soleiðis mega vit skoða læruna um Jesu afturkomu! Tað er ein gleðiboðskapur! Tað eru eini gleðiboð!
Kjarnin í læruni um síðstu tíðirnar er ikki, hvussu nógv verri tað er nú, enn tað var í gjár; men harafturímóti, at hetta: jarðskjálvtar, kríggj, óndskapur og so framvegis eru tekin um, at heimurin longu er fallin, men at ein loysn er fyri framman! Kjarnin í læruni um Jesu afturkomu er ikki, at tá skulu vit øll dømast; men harafturímóti, at tá skulu øll heim, ið vildu taka við gleðiboðskapinum. Og drívmegin í hesum boðskapinum er aldri ótti, men harafturímóti vónin, gleðin um, at Gud vil frelsu.