Jesus, kom inn!

”Jesus, kom inn
Jesus, kom inn,
kom inn í mítt hjarta, Jesus.
Kom inn í dag,
koyr synd av stað.
Kom inn í mítt hjarta, Jesus”.

Eg minnist einaferð, eg havi verið eini 9-10 ára gomul, vit vóru á veg heim eftir eitt møti í Havnini. Eg spurdi mammu, sum sat á forsetrinum, ”mamma, hvussu verður man frelstur?”. Hon vendi sær aftur til mín og segði, ”tað ger man við at opna sítt hjarta og lata Jesus koma inn at búgva”. ”Jamen, mamma, tað havi eg longu gjørt”, svaraði eg.

Tað er ikki av ongum, at Jesus sigur, at vit skulu vera sum børnini, tá vit koma til Hann. Børn seta ikki spurnartekin, men trúgva tí, sum verður sagt, júst so sum tað er. Vit hava lyndi til at gera frelsuna meira innviklaða, enn hon veruliga er. Í sanginum syngja vit ”kom inn í dag, koyr synd avstað”. Vit biðja Jesus koma inn og reinsa okkara hjarta, og tað er júst hetta, frelsan handlar um: At Jesus kemur og ger alt nýtt.

Ein fatan, fleiri hava av frelsuni, er, at vit fyrst mugu royna við okkara egnu megi at gera okkum sjálv til betri menniskju, áðrenn vit kunnu koma fram fyri Guds ásjón. ”Eg má fara so ofta á møti”, ”eg má hava givið so nógvar pengar”, ”eg má hava verið so góð/ur, áðrenn eg kann koma til Jesus”. Men tað er ikki hetta, Gud roynir at siga okkum. Eitt av mínum yndis bíbliuversum stendur í Rómverjabrævinum 5,8: ”Men Gud sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar”.

Tað er einki, vit kunnu gera, so at vit hava uppiborið Guðs frelsu. ”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva” (Ef 2,8). Tá eg gekk á eftirskúla niðri í Danmark, lærdu vit, at ”náðin er ókeypis, men hon kostar tær alt”. Hon er ókeypis, tí eg fái hana, uttan at geva nakað afturfyri, men hon kostar mær alt, tí at eg verði noydd at geva Gudi alt, so Hann kann verða harri í mínum lívi. Náðin er ein so stór gáva, at eg fái ikki tikið ímóti henni, um eg havi hendurnar fullar av øllum øðrum. Tí verði eg noydd at sleppa tí, eg havi her á Jørðini, so eg kann fáa tað, Gud hevur at bjóða mær heima hjá sær í himmiríki.

Hanna Skarðsá Poulsen, Kambsdalur