Jødahatur í Týsklandi veksur – serliga millum muslimar

Muslimar taka í alt størri mun undir við antisemitiskum útsøgnum enn ikki-muslimar, vísir ein umfatandi kanning í Týsklandi. Mongdin av antisemitiskum lógarbrotum eru í hæddini.

”Doyggj Ísrael” – geylan við pro-palestinensiskum mótmælisgongum í Berlin. Uppbrenning av ísraelskum fløggum. Ein jødiskur skúlanæmingur í vesturtýska Nordrhein-Westfalen, ið verður settur andlit til andlits yvirfyri einum floksfelaga, ið sigur orðini:

”Tað er spell, at nasistarnir ikki longur eru her. Annars hevði tú verið gassaður fyri langari tíð síðan.”

Hetta eru bert nøkur av nýggjastu dømunum upp á ørkymlandi gongdina í tí Týsklandi, har týskarar síðan fólkadrápið av seks milliónum jødum fyri gott sjey áratíggjum síðan hava sagt, ”aldri aftur”: Antisemitiskur harðskapur økist alsamt, og ongantíð áður í nýggjari tíð eru so nógvar antisemitiskar hendingar staðfestar í Týsklandi. Tað staðfesta tøl frá týsku løgregluni, ið eru borin fram í fleiri miðlum. Í 2021 vóru 3028 lógarbrot staðfest av jødafíggindaligum slag – tað hægsta talið, síðan løgreglan í 2001 byrjaði at skráseta hendingarnar.

Høgra-víðgongd eru aftanfyri flestu antisemitisku lógarbrotini, men parturin av lógarbrotum, ið er motiveraður av eini ”útlendskari ideologi”, eitt nú eru lógarbrot grundað á islamistiska hugsan øktar til 127 lógarbrot, sum er ein vøkstur upp á 217%. Ein hækking, sum berlinska tíðindablaðið, Der Tagesspiel lýsir sum ”skelkandi”.

Gongdin verður begrundað og styrkt í eini kanning frá greiningastovninum, Allensbach, ið vísir, at antisemitiskar stereotypir og jødahatur er nógv meira vanligt millum muslimar í Týsklandi, enn millum miðaltalið av týskarum.

”Higartil hava bert fáar kanningar av slíkum slag verið gjørdar millum muslimar í Týsklandi. Tíverri staðfesta og vátta nýggjastu tølini tað, vit leingi hava stúrt fyri: Antisemitiskur hugburður er sera vanligur her,” sigur Remko Leemhuis, leiðari í felagsskapinum, American Jewish Committe(AJC), ið hevur bílagt kanningina.

Vælhavandi jødar uttan hald í veruleikanum
Hann leggur samstundis eisini dent á, at kanningin vísir, at antisemitisma er ein trupulleiki í samfelagnum sum heild og ”á ongan hátt bert er ein trupulleiki í politiska útjaðaranum”.

”Men við tað at muslimar eru ein partur av samfelagi okkara, so mugu vit eisini seta orð á hesa antisemitismu,” sigur Remko Leemhuis.

Til dømis halda 54% av týskum muslimum, at jødar gera sær dælt av teirra støðu sum holocaust-offur, meðan gott ein triðingur av ikki muslimska fólkinum eru samd í hesum. 49% av spurdu muslimunum stuðla antisemitisku mytuni um, at jødar hava ov stórt vald í vinnulívinum og fíggjargeiranum, meðan henda fatan bert verður stuðlað av 23% av tí ikki-muslimska fólkinum í Týsklandi.

Útsøgnin ”jødar eru ríkari enn miðal týskarin” verður góðtikin av 47% av muslimunum – móti 27% av samlaða týska fólkinum. Tað hevur kortini onki við veruleikan at gera, vísir blaðið Die Welt á:

Umleið 220.000 jødar komu í 1990’unum til Týsklands úr falna Sovjetsamveldinum – svarandi til 90% av núverandi jødiska fólkinum í Týsklandi – og av hesum liva umleið 70.000, herímillum nógv, sum komu undan holocaust, í ellisfátækradómi.

Sum áður lýst í Kristeligt Dagblad kann Evropa, sambært fleiri kanningum í okkara samtíð, staðfesta eina alsamt vaksandi bylgju av jødahatri. Ísrael tengd antisemitisma er ein stórur partur av trupulleikanum, sum eisini aktuella kanningin vísir á. Her siga 63% av muslimunum, at tey hava eina vánaliga ella sera vánaliga mynd av jødiska statinum, samanborið við 23% av týska fólkinum sum heild.

”Sjálvandi ber til at finnast at Ísrael. Men tað er ivingarsamt, tá aðrir standardir verða nýttir,” sigur Remko Leemhuis við Tagesspiegel og sipar samstundis til, at Ísrael ofta verður harðari dømt enn onnur lond við líknandi trupulleikum.

Jødahatur millum tjóðskaparlig høgravend
Kanningin vísir eisini á eitt møguligt samband millum moskuvitjanir og antisemitismu: Muslimar, sum javnan koma saman í moskum í Týsklandi eru undir útlendskari ávirkan frá eitt nú Turkalandi og Iran. Týskland eigur at “minka um ófrælsi og ávirkanina uttaneftir”, sigur Felix Klein, antisemitismu-hákommiserurin í týska sambandsríkinum. Týskir politikkarar hava “í alt ov langa tíð “yvirsæð” muslimska sálarrøkt”, sigur hann.

Trupulleikin við jødahatri kemur kortini minni enn so altíð bert frá muslimum, men eisini frá uttasta høgravonginum. Sambært kanningini eru veljarar úr høgratjóðskaparliga flokkinum, Alternativ fyri Týskland(AfD) í størri mun samdir í antisemitiskum útsøgnum enn veljarar úr øðrum flokkum. 48% av teim spurdu AfD-veljarunum hava somu áskoðan, at jødar gera sær dælt av holocaust-støðuni til egnan fyrimuns, samanborið við 24% av veljarunum, Teir Grønu og 34% av týska fólkinum sum heild.

Vaksandi antisemitisman seinnu árini kann merkja, at túsundára gamli søguligi veruleikin við jødiskum fólki á evropeiskari grund líðir móti endanum, heldur týsk-jødiski søgufrøðingurin, Michael Brenner.

“Fyri fyrstu ferð kann eg ímynda mær eitt Evropa uttan størri mongdir av jødum á evropeiskari grund“ Eg havi sjálvur umhugsað at emigrera. Men hvagar? Tað er ikki so einfalt fyri jødar, sum tað kanska sær út til. Tey flestu okkara kenna okkum rótfest, har vit eru,” sigur Brenner at enda.

Antisemitisma millum muslimar
22 % av týska fólkinum eru samd í antisemitiska hugburðinum, meðan sama tal millum spurdu muslimarnar er nærum 46%.

Hetta staðfestir ein umboðandi kanning framd av Allensbach Institut av meiningagransking fyri felagsskapin, American Jewish Committee(AJC) millum 1586 týskmæltar persónar uppá 18 ár og meira, av hvørjum 561 vóru muslimar, millum 22.desember 2021 og 18.januar 2021.
Kristeligt Dagblad: Tobias Stern Johansen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina