Jógvan Højgaard 60 ár
Í dag fyllir Jógvan Højgaard 60 og rundar sostatt enn ein varða á síni lívsleið. Jógvan er trúboðari í Kirkjuligu Heimamissiónini og búsitandi á Tvøroyri.
Heimamissiónin ynskir Jógvani hjartaliga tillukku við stóra degnum og Guds ríku signing framyvir.
– Vit eru glað og takksom fyri at hava Jógvan í okkara starvsfólkahópi, sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sum samstundis ynskir Jógvani hjartaliga tillukku við degnum.
Jógvan hevur verið trúboðari hjá Heimamissiónini síðani 2006.