Jóhan Hansen aftur í Nesvík

Í fjør heyst var Jóhan Hansen úr Rituvík í starvsvenjing hjá Heimamissiónini. Hetta var í samband við útbúgvingina, sum hann tekur sum yrkisbachelor í Kristendom, Kultur og Kommunikation.

Jóhan er nú settur í starv hjá Heimamissiónini árið út. Talan er um eitt samansett starv, har Jóhan millum annað skal avloysa Tóru, sum er í barsilsfarloyvi. Hetta merkir, at tað ofta verður Jóhan, sum fer at taka telefonina í Nesvík.

Jóhan fer eisini at umsita bókasøluna Manna.fo. Umframt hetta, so verður Jóhan knýttur at barna- og familjuarbeiðinum, har hann kemur at arbeiða saman við Erlu Mortensen, sum er samskipari innan barna- og familjuarbeiðið. Jóhan hevur longu nakrar uppgávur innan hetta økið, nú Erla er sjúkrameldað. Jóhan verður liðugur við lesnaðin í summar.

LES EISINI  Tvey starvsfólk hjá Heimamissiónini sjúkrameldað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina