Jóhan í starvsvenjing hjá Heimamissiónini

18.august byrjaði 24 ára gamli rituvíksingurin, Jóhan Hansen, í starvsvenjing hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Jóhan hevur seinastu trý árini búð í Århus, har hann lesur lesur Kristendom, kultur og kommunikation (3K). Hann er júst farin undir seinasta árið av útbúgvingini, og komandi hálva árið – fram til jólar – verður hann í starvsvenjing hjá Heimamissiónini.

– Fakliga eru nógvir møguleika fyri at mennast í Heimamissiónini, sum hevur eitt breitt arbeiði og fevnir um teir flestu partar av útbúgvingini, sum eg taki. So eg havi møguleika at royna ymiskt av, og royna tað eg havi lært á skúlabonki, í praksis. Samstundis liggur arbeiði hjá Heimamissiónini og tað grundarlagið mær nær at hjartanum.

Øll míni barnaár varð eg leiddur í Missiónsúsi í Rituvík til sunnudagsskúla, junior og síðani til ungdómsmøti. Tað hevur altíð verið ein náturligur partur av mínum daglidegi. At verða ein lítil viðspælari í tí stóra arbeiðinum og at leiða fólk til Jesus og styrkja tey í trúnni er nakað, ið eg havi roynt at liva eftir leingi. Hetta vóni og vænti eg, at eg kann halda fram við gjøgnum tíðina í Heimamissiónini, sigur Jóhan.

LES EISINI  Nú er klárt at tekna seg til summarfamiljuleguna

Tað verður serliga innan barnaøkið at Jóhan hann kemur at arbeiða innanfyri og er ætlanin at ymiskt barnatilfar kemur út á trubodin.fo.

– Eg havi følt meg væl móttiknan í Nesvík. Tann fyrsta tíðin er farin við, at eg havi sett meg inn í ymiskt, og so smátt byrjaður uppá ymiskar uppgávur. Tað verður mest innan SIMBA  at eg komi at arbeiða og partvís á Trúboðanum. Alt eftir hvat tíðin fer at røkka til, so verður tað møguliga innan onnur økir eisini. Í praktiktíðini vóni eg at læra eina rúgvu, samstundis sum eg vóni at Heimamissiónin fær nakað burturúr at hava meg í praktik, greiðir Jóhan frá.

Fyrsta sendingin til børn er longu klár og kemur út seinni í vikuni.

Hjartaliga vælkomin, Jóhan.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina