Rannvá til Íslands sum volontørur komandi hálvár
Eftir summarferiuna fer Rannvá Hentze úr Havn til Íslands at arbeiða sum ungdómsvolontørur. Hetta er í samband við samstarv millum Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroyum og Kristniboðsambandið (SÍK) í Íslandi um at styrkja missiónsarbeiðið í londunum í útnorðri.
Rannvá er 23 ára gomul og hevur í nógv ár verið virkin í ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum í Havn, harav hon hevur sitið í ungdómsleiðsluni í umleið 7 ár. Í vetur var hon á Discipleship Training School (DTS) hjá YWAM í Suðurafrika, harav hon var ein mánað á missiónsferð í Filippsoyggjunum, og hevur hon eitt hjarta fyri evangelisering og missión.
Seinasta hálva árið hevur Heimamissiónin havt tveir volontørar í Íslandi, og hevur hetta samstarvið tvørtur um Føroyar og Ísland eydnast sera væl. Herfyri varð tí søkt eftir nýggjum volontørum til seinna hálvár, og er hetta starvið nú sett. Høvuðsuppgávan hjá Rannvá verður framhaldandi at styrkja ungdómsarbeiðið hjá SÍK.
Rannvá er send út av Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum, men kemur í tí dagliga at arbeiða fyri SÍK í Íslandi.
Kundi tú hugsa tær at arbeitt sum volontørur hjá Kirkjuligu Heimamissiónini ella hjálpt til á annan hátt, kanst tú skriva aðalskrivaran á jakup@mission.fo.
Jákup Brúsá
