Jól í KFUM&K: – Vit hava sæð gleðina og takksemi hjá teimum, sum vit hava verið saman við

Í dag er jólaaftan og í KFUM&K gera tey klárt til jólaborðhald. Aftur í ár skipar KFUM&K í Klaksvík fyri jólaborðhaldi, so at eingin nýtist at sita einsamallur jólaaftan.

Og eins og flestu av hinum árunum, so er tað Pól Johannesen, trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum saman við familjuni skipar fyri. Umframt Pól og familjuna, so hjálpa fólk í KFUM&K eisini til við gávum og aðrari praktiskari hjálp, samstundis sum fyritøkur eisini stuðla tiltakinum.

– Vit hava gjørt tað soleiðis, at vit eru farin út til tey og avheinta tey, tey sum ikki hava bil o.a. Vit sita so og práta, hølið er vakurt pynta og jólatónleikur osv. Síðani fara vit til borðs. Vit byrja við eini bøn og borðvers og so fortelja vit hvussu kvøldið kemur at vera. Í 2-3 ár hava vit keypt mat útifrá, so hjá okkum er at seta tað pent a borðið og alt tilhoyr. Tá vit eru liðug at eta, plaga vit at fara niðan í stóra sal og dansa jólatræ og synjga 2-3 sangir um træði. Tað ætla vit eisin í ár, uttan at halda í hond. Síðan verðu farið omanaftur til drekka, rísalamanlde, kaffi, smakakur o.a. Tá plaga vit at hava pakkaspæl har vit ringla og tað plagar at vera sera stuttligt. Eisini lesa vit jólaevangelið og hava eina stuttliga spurnarkapping við ymsikum lokalum spurningum greiður Pól frá.

LES EISINI  Hesa vikuna er missiónsvika í Klaksvík

Fyri Pól og familjuna hevur tað ein heilt serligan týdning at standa í hesi tænastu.

– Sjálvndi krevur tað eitt sindur av fyrireiking, at tosa við fólkini, tey sum lata pakkar, gera surnakapping , spøl, dekka upp, hugna um osv, so jólaaftan fer til tað. Men tá vit eru komin heim um 23 tíðina, hava vit øll árini kent til eina góða, sunna møði, tí tað er ein ávísur spenningur hvussu fer tað at ganga osv. So tá vit eru komin heim fara vit sum familja at pakka upp, men sum eg havi sagt fyrr, tá hava vit í okkara hjarta “pakka” upp, tí vit hava sæð gleðina og takksemi hjá teimum, sum vit hava verið saman við, sigur Pól og leggur afturat at:

– Jólini hava stóran týdning, tí Jesus varð føddur, og øll vilja vera saman við sínum kæru, men summi stúra fyri jólunum, tí tey hava kanska ikki so mong rundanum seg. Tí vilja vit fegin gera okkara til, at tey, ið ynskja tað, kunnu fáa ein hugnaligan jólaaftan saman við okkum.

LES EISINI  Kom til gudstænastu við Trúboðanum

Hetta er áttanda árið at skipa verður fyri tiltakinum í KFUM&K í Klaksvík

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina