Jólaborðhald fyri hjún: Seinasta freist at tekna seg leygardagin

Vælumtókta jólaborðhaldið fyri hjún stendur á skránni 19.nov. Seinasta freist at tekna seg er leygardagin kl.23.59.

Hóast tað í løtuni eru nógv tiltøk, sum verða avlýst, so vónar fyriskiparin, Jóhan Hansen, at tað fer at eydnast at hava jólaborðhaldið.

– Korona støðan er ógvuliga álvarsom í løtuni, men nógv kann henda uppá 2 vikur, og vit vóna at smittutølini fara at fella aftur fram til 19. nov.
Vit arbeiða fram ímóti at jólaborðhaldið verður meir ella minni sum vanligt. Men vit fylgja sjálvandi við støðuni. Um tað seinni verður mett, at best er at avlýsa, verður tað sjálvandi gjørt, og tey, sum hava teknað seg, fáa peningin endurgoldnan, sigur Jóhan.

Tú kanst melda til HER.

LES EISINI  Jólaborðhald fyri hjún: Tilmeldingin letur upp 26.okt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina