Jólaborðhald fyri hjún

18. november verður aftur vælumtókta jólaborðhaldið fyri hjún á Hotel Føroyum. 

Tilmeldingin er latin upp á mission.fo/tilmelding, so tað ræður um at skunda sær at tekna seg, fyri at fáa pláss. 

Ein spennandi skrá er sett saman, og verður tað heilt víst eitt gott og festligt kvøld. 

Hetta er tíggjunda ferð, at jólaborðhaldið fyri hjún verður, og kemur hetta eisini at seta sín dám á kvøldið. 

Ruth og Sólbjørn Thomsen koma at tosa um evni “Lívið saman – í viðgongd og í mótgongd”. 

Tað vera sangframførslur frá Gadders og Lailu, Jóhannusi og Elly v/bólki 

Eisini verður felagssangur, undirhald, góður matur, -ja, alt einum tørvar til eitt gott jólaborðhald. 

Prísir: 

  • Borðhald fyri hjún: 1225 kr. 
  • Kamar á Hotel Føroyum við morgunmati : 950 kr. 
LES EISINI  Seinasta freist at tekna seg er fríggjadagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina