Jólaborðhaldið fullteknað eftir 75 minuttum

Aftur í ár skipar Eindin, sum er familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini, fyri jólaborðhaldi fyri hjún á Hotel Føroyum. Jólaborðhaldið verður 23. november, klokkan 19.00. Atgongumerkini vórðu sett til sølu mánakvøldið 22. oktober, klokkan 19.00, og longu 75 minuttir seinni var fullteknað.
Jólaborðhaldið hevur verið í nøkur ár, og tað er sera vælumtókt og fullteknað eftir stuttari tíð. Umframt borðhald við góðum døgurða og dessert, verður sangur har Jórun Pólsdóttir og Tær Fýra syngja. Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at tosa um ‘Samskifti í hjúnabandinum’.
Borðstjórar verða Ásbjørn Berthelsen og Holgar Johannesen. Og síðst, men ikki minst: Hilmar Jan Hansen undirheldur.

LES EISINI  Ger tín egna eingil
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina