Jólaborðhaldið fullteknað eftir trimum tímum

Aftur í ár skipar Eindin, sum er familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini, fyri jólaborðhaldi fyri hjún á Hotel Føroyum. Jólaborðhaldið verður 24. november. Atgongumerkini vórðu sett til sølu fríggjakvøldið 13. oktober, klokkan 19.00, og longu tríggjar tímar seinni var fullteknað.

Jólaborðhaldið hevur verið í nøkur ár, og tað er sera vælumtókt og fullteknað eftir stuttari tíð. Umframt borðhald við góðum døgurða og dessert, verður sangur við Erlu & Heðin og bólkinum Blátt Gras. Eisini fara Clarisse og Jógvan Andrias at hugleiða um “Útlendingar og føroyingar í sama húsi – integratión í samkomuni”. Borðstjórar vera Kristian Martin Petersen og Ásbjørn Berthelsen.

LES EISINI  Umrokeringar í starvsfólkahópinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina