Jólaheilsan frá aðalskrivaranum

Aðalskrivarin, Andrias Magnussen, sigur eitt sindur um árið, ið fór, og komandi árið. Korona-støðan hevur merkt virksemi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini nógv, millum annað við at nærum øll tiltøk og legur hava verið avlýst. Tíbetur fingu vit hjálp úr einum av hjálparpakkunum frá landinum.

Komandi árið kann eisini verða merkt av avbjóðingum fyri okkara virksemi, men vit vóna at sjógvurin slætnar, so virksemi kann koma í gongd aftur.