Jólaheilsan frá Kirkjuligu Heimamissiónini
Øllum okkara vinum og samstarvsfeløgum ynskja vit eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk fyri gott samstarv í brátt farna ári. Ein serlig tøkk til øll tykkum mongu, sum eru virkin í rørslu okkara á so ymiskan hátt, og øll, sum eru við til at bera arbeiðið bæði við forbøn og fíggjarliga.
Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina
Símun P. Jacobsen, formaður
Andrias Magnussen, aðalskrivari
“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi” (Jes 9,6).