Jólaljóð frá Gadders og Trúboðanum á YouTube
Í 2020 høvdu vit eina online jólakonsert, har sangbólkurin Gadders sang. Tey framførdu tann vælkenda og yndisliga jólasangin “Jól hava einglaljóð”, ið er skrivaður av N.F.S. Grundtvig. Hetta vakra lagið kanst tú lurta eftir her.
Eisini hava vit savnað fleiri jólasangir, ið áður hava verið á Trúboðanum, í einum jóla-playlista á YouTube. Vit mæla tær til at vitja hann, seta teg væl til rættis og njóta tónleikin, ið kann fáa teg í gott jólahýri.
🎶 Hygg og lurta her: YouTube-playlistan