Jólasangur: Hvat er tað, sum á jólum kveikir gløður 

Jólasangurin “Hvad er det, der gør jul til noget særligt?”, sum upprunaliga er skrivaður av Svend Erik Pedersen við lagi eftir Peter Sander Andersen, varð í november 2021 týddur til føroyskt av Jüttu G. Reynslág undir heitinum “Hvat er tað, sum á jólum kveikir gløður”. Vit hava nú gjørt føroysku útgávuna alment atkomiliga á mission.fo

Sangurin vann í 2015 heiðurin Årets julesang í kappingini hjá DR og hevur síðani verið ein væl dámdur partur av jólatónleikaumhvørvinum í Danmark. Við hugtakandi teksti og fangandi tónum lýsir hann kjarnuna í jólahátíðini – gleðina og kenslurnar, ið vaksa fram gjøgnum nærveru, kærleika og hugna við familju og vinum. 

Við tí føroysku týðingini hevur hesin dýrabari jólasangurin nú fingið nýggja rúmd og røkkur út til føroysk hjørtu. Hann er ein áminning um tey virði, ið gera jólini serstøk – eini boð um samveru og kærleika í hesi dýrabaru tíð.

Hvat er tað, sum á jólum kveikir gløður,
í stovu fløtt, ger hjartarúm so føgur?
Man tað við jólum, krubbu jólanátt,
tann káma stjørnan bara vera spott?
Nei, jólastjørnan lýsir, tá eg síggi barn
í krubbu er so mikið meir.

Er gávurokið blivið jólaboðið
og fyltir búkar, ljósketur eg skoði.
Man verðin og familjan binda frið,
ein vápnahvíld, ið jól tey koma við.
Nei, jólastjørnan lýsir, tá eg síggi barn
í krubbu er so mikið meir.

Er stjørnan einans prýði hátt á træi,
og man eg vísa rætta hjartalagið?
Man Guð nú birta ljósið gjøgnum meg,
og lata sína stjørnu vísa veg?
Ja, jólastjørnan lýsir, tá eg síggi barn
í krubbu er so mikið meir.
LES EISINI  Silvitni: Eitt fjós og ein krubba
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina