Jólasøla hjá barnaringinum á Strondum
Útimissiónsbarnaringurin í Missiónshúsinum á Strondum kemur saman hvønn mánadag fyri at gera ymiskar lutir, sum tey selja til undan jólum ella burturluta um várið, tá tey hava eydnuhjól. Um várið fer innkomni peningurin vanliga til okkurt útimissiónsarbeiði; hinvegin fer jólasølan vanliga til nýggja missiónshúsið.
Fríggjakvøldið var árliga jólasølan, og høvdu børnini gjørt jóladekoratiónir, gravarprýði, ymiskt jólaprýði, smákøkur og annað, sum tey seldu. Eisini var heimagjørt súltutoy og okkurt bundið plagg at fáa.
Kvøldið byrjaði við einari andakt frá Petru Gregersen, og aftan á bar til at keypa hetta ymiska. Eisini var lutaseðlasøla og kaffi við heitum vaflum.
Inn komu oman fyri 32.000 krónur hetta kvøldið, men fyritøkur høvdu frammanundan keypt ymiskt, og tí var samlaða inntøkan beint undir 50.000 krónum, sum takkað verður hjartaliga fyri.