Jólastovan gav 48.000 krónur til útimissión

Mikukvøldið í seinastu viku bjóðaði barnaringurin í Tabor á Toftum til jólastovu. Jólastovan er “endabresturin” á arbeiðinum hjá barnaringinum fyri jól. Tá savnast børn, foreldur, ommur, abbar og onnur til eina hugnaløtu.

Á skránni var felagssangur, barnakórið sang, og Aage Dysselgaard, trúboðari hjá donsku Luthersk Mission, segði frá missiónsarbeiði í Kambodja. Eisini vóru heilsanir frá teimum fýra útimissiónstrúboðarunum, sum barnaringurin stuðlar, eins og frá tveimum børnum í Manila á Filipsoyggjum, sum barnaringurin eisini stuðlar. Aftaná varð møguleiki hjá foreldrunum at keypa teir lutir, sum børnini høvdu gjørt í heyst.

Nógv fólk vitjaðu jólastovuna í Tabor á Toftum.

So varð bjóðað til nepalskan grýturætt í kjallaranum, sum Sharmila og beiggin høvdu gjørt. Tá maturin var komin niður um, var burturluting á skránni. Væl gekk at selja, og tá peningurin frá burturlutingini og av søluni av gjørdu lutunum varð gjørdur upp, vóru 48.000 krónur komnar inn til útimissiónsarbeiðið.

Gestirnir fingu nepalskan grýturætt.

Leiðslan fyri barnaringin takkar hjartaliga fyri stuðulin, sum fer til útimissiónarbeiðið og til Sat-7 Kids. Gleðiligt var eisini at uppliva, at umleið 300 fólk vóru til jólastovuna.

LES EISINI  Elisabeth av Skála til Liberia í heyst at vera trúboðari
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina