Josh og Debs aftur á MiniTeenStreet í ár

Aftur í ár skipar TeenStreet Føroyar fyri tí vælumtókta MiniTeenStreet. MiniTeenStreet hevur verið tríggjar ferðir, og er hetta sostatt fjórða árið á rað, at MiniTeenStreet verður í Føroyum.

Dagarnar 21. til 23. februar verður MiniTeenStreet í Bylgjuni í Runavík. TeenStreet er ein altjóða lega í Týsklandi, har tannáringar úr øllum Evropa møtast eina viku hvørt summar. Endamálið við MiniTeenStreet er fyrst og fremst at geva teimum, ið ongantíð hava verið á TeenStreet ein lítlan smakk av, hvat TeenStreet er. Josh og Debs, ið vóru talarar á TeenStreet frá 2007 til 2017, koma at hava møtini. Yvirskriftin fyri vikuskiftið er ”Eitt”.

Josh og Debs eru sera spent at koma til Føroyar. Tey fara at tosa um Móses, hvussu vit eins og Móses kunnu tosa við Gud og vera eitt við hann. Tey hava eisini sent føroyingum eitt filmsbrot við eini heilsan. – Gud sigur, hann tosaði við Móses andlit til andlits, og hann varð nevndur vinur Guds. Hesum fara vit at hyggja nærri at, tí vit vilja eisini hava tað í lívi okkara, sigur Josh í filmsbrotinum. Debs heldur, tað er týdningarmikið, at vit kunnu tosa við Gud og vita, hvat hann vil við okkum hvønn dag. Sí filmsbrotið á facebooksíðuni hjá TeenStreet Føroyar.

LES EISINI  Andrias verður partur av TeenStreet-leiðsluni

MiniTeenStreet byrjar við einum møti fríggjakvøldið klokkan 20.00. Drekkamuður er aftaná og klokkan 22.00 er ein lovsongsløta. Leygarkvøldið er eisini møti klokkan 20.00 og lovsongsløta klokkan 22.00. Sunnudagin er møti klokkan 18.00.

Møguleiki verður fyri forbøn og samtalu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina