Juice – dreingjabíbliubólkur á Toftum

Í Tabor á Toftum er bíbliubólkur fyri drenigir týskvøld.

-Endamálið er at fáa ungu dreingirnar at tíma at lesa Bíbliuna og at styrkja felagsskapin millum dreingirnar, sum koma í missiónshúsið

Tað sigur leiðarin í bíbliubólkinum hjá ungu dreingjunum í Tabor á Toftum, Magni Skoradal.

-Vit kalla hendan bíbliubólk fyri Juice, og hann er fyri dreingir, sum eru frá fermingaraldri og uppeftir. Vit hittast í missiónshúsinum týskvøld kl.20.15 – 22.00. Vit lesa í Bíbliuni, fáa útlegging og tosa saman um tekstin. Kvøldini eru ymisk; tí viðhvørt kemur onkur og hevur eitt evni fyri okkum, sum vit so tosa saman um. Onnur kvøld er tað onkur av okkum, sum hevur t.d. ein kapittul, og okkurt kvøld lesa vit Bíbliuna í bólkum, sigur hann.

-Tá bíbliuløtan er liðug, hugna vit okkum við drekka og kaku, og so práta vit saman, spæla borðtennis ella borðspøl. Nokkso ofta hava vit Kahoot spurnarkappingar, sum nógvum dáma væl. Bíbliubólkurin styrkir okkum í trúnni og styrkir felagsskapin, og tí er hetta eitt meiningsfylt arbeiði-, sigur Magni Skoradal.

LES EISINI  Morgunkaffið endaði við døgurða

Hetta kvøldið undirvísti Torleif Johannesen í evninum, “Hví, og hvussu lesa Bíbliuna”? Jákup Nesá hevði køku við, sum hann hevði bakað. Hon smakkaði sera væl 18 dreingir vóru til Juice, týskvøldið, 15. septembe

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina