Juniorar gjørdu film til missiónsviku
Undan missiónsvikuni á Skála tóku juniorarnir í Meinigheitshúsinum í bygdini ein lítlan film upp um Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego. Hesir tríggir vinmenninir vóru sannførdir um, at teir vóru Guds tænarar og tí ikki kundu boyggja knø fyri heimsins høvdingum og rákum.
Filmurin, sum varð vístur á einum væl vitjaðum møti hóskvøldið, er framleiddur í samstarv við Trúboðan.