Juniorar selja seyð á uppboðssølu til frama fyri nýggja missiónshúsið

Síðani 2015 hevur juniorarbeiðið í Missiónshúsinum á Strondum hvørt ár skipað fyri seyðauppboðssølu, vørutombola og lutaseðlasølu. Endamálið er at savna pening inn til missiónshúsið, sum varð vígt og tikið í nýtslu 24. februar í fjør. Tiltakið er í bygningum hjá Høj Flutningi á Hulki á Strondum mikukvøldið 9. oktober klokkan 19.

Juniorarnir bjóða øllum, sum koma til tiltakið, ókeypis kaffi og vaflur, ið verða gjørdar á staðnum. Vanliga er tiltakið væl vitjað og eisini sera hugnaligt.

Kvøldið byrjar við einari stuttari andakt, sum Súni F. Olsen hevur. Síðani byrja tey at selja tombolaseðlar, og tað plagar at ganga væl. Eftir tað verður so farið undir sjálva seyðauppboðssøluna.

Uppboðssølan verður skipað eins og aðrar uppboðssølur. Fólk fáa høvi at bjóða uppá seyðin, og hægsta boðið vinnur. Í ár kann ein bjóða uppá ein veðr og 12 lomb. Allur seyðurin er latin til endamálið. Uppboðshaldari verður Ásbjørn Berthelsen.

Fyrireikararnir leggja afturat, at um einum tørvar hjálp til at fletta seyðin, syrgja tey eisini fyri tí.

LES EISINI  Missiónsvikan á Strondum byrjar sunnudagin 23. februar

Meðan uppboðssølan fer fram, verða lutaseðlar eisini seldir. At vinna er millum annað ein málningur, sum listamaðurin Finleif Mortensen hevur málað til høvið, lomb og matkurvar. Lutaseðlarnir verða drignir, áðrenn tiltakið endar.

Allur ágóðin av tiltakinum fer sum nevnt til nýggja Missiónshúsið á Strondum, sum eisini júst er málað. Seinastu árini eru komnar gott og væl 100.000 krónur inn, hvørja ferð seyðauppboðssøla hevur verið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir – juniorarbeiðið í missiónshúsinum – at enda.

Missiónshúsið á Strondum er júst málað, og nýggja búmerkið er komið upp.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina