“Juniorarbeiðið” blómar

Meðan færri børn ganga í sunnudagsskúla nú enn fyri nøkrum árum síðani, er arbeiðið millum juniorar ment nógv. Juniorar eru børn úr umleið fimta flokki upp til sjeynda flokk. Vit hava tosað við Erlu Mortensen, barna- og familjuráðgeva, um juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

 

SIMBA hevur í nøkur ár verið navnið fyri barna- og juniorarbeiðið hjá Heimamissiónini. Umframt tað hevur Erla eisini ábyrgd fyri familjuarbeiðnum, sum gongur undir navninum Eindin. Vit byrja tó við juniorbólkunum í missións- og meinigheitshúsum um landið.

Fleiri hundrað børn hvørja viku

Erla greiðir frá, at tað eru 15 juniorbólkar kring landið, og hvørja viku koma umleið 370 børn millum 10 og 14 ár saman.

– Tað er ymiskt, hvussu juniorarbeiðið verður skipað í ymsu missións- og meinigheitshúsunum, men flestu teirra ganga fyri seg hóskvøld. Í Havnini bjóða tey Alfa-skeið fyri juniorar aðru hvørja viku, og bæði í Sandoynni og í Suðuroy er eitt felagsjuniorarbeiði fyri alla oynna. Tað er eisini ymiskt, hvussu nógv møta hvørja ferð.

Tað størsta arbeiðið er í Leirvík, har 45-50 stór børn úr Leirvík og Gøtu koma saman hvørt hóskvøld, men eisini fleiri smærri bygdir hava juniorarbeiði við lutfalsliga góðari uppmøting, eitt nú í Hvannasundi og Rituvík.

Hon leggur afturat, at summastaðni hava juniorbólkarnir eisini eitt kul navn, eitt nú Y.E.S. (“Young Excited Soldiers”) í Leirvík/Gøtu, J.A.M. (Juniorarbeiðið í Missiónshúsinum) á Glyvrum, “Smilies” í Sandavági/Miðvági og “Chill” á Argjum.

LES EISINI  Nýggir súkklubátar til hylin í Nesvík

Landsarbeiðið fyri juniorar

SIMBA skipar eisini fyri fleiri tiltøkum fyri junioraldursbólkin hvørt ár.

– Størsta hittið er juniorlegan í Leguhúsinum í Nesvík fyrsta vikuskifti í mars. Legan varir einans eitt samdøgur, men tað er eitt samdøgur við lívi í, skal eg lova fyri!

Í ár var undirtøkan methøg: 279 luttakarar. At undirtøkan var so stór, kom óvart á okkum, og vit máttu í skundi finna innivist til 40-50 í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, sum var sera beinasamur. Ein slík lega setur krøv til góðar, tolnar og orkumiklar leiðarar, og teimum eiga vit nógvar av, sigur Erla.

Erla greiðir frá, at tvær av summarlegunum eru fyri juniorar. “Wild Life” er ein lega úti í náttúruni fyri sjeynda og áttanda flokk, og ein av legunum í Nesvík er fyri fimta til sjeynda flokk. Báðar hesar legurnar vóru eisini fullteknaðar í ár, og bíðilistar máttu gerast.

– Sangfagnaðurin í heystfrítíðini er fyri børn úr øðrum upp í sjeynda flokk. Har verða børnini býtt eftir aldri í tvey kór, eitt barnakór og eitt juniorkór. Í ár var tað merkisvert, at juniorkórið var størri enn hitt kórið. Ein grund kann vera, at fleiri av størru børnunum hava verið við til sangfagnað, síðani hann var fyrstu ferð í fyrraárið, men tað er kortini áhugavert, heldur Erla.

LES EISINI  Tey tvey húsini – SIMBA

Størri dentur á henda aldursbólkin

Erla sigur, at sum heild verður størri dentur lagdur á junioraldursbólkin nú, enn gjørt var fyrr. Tá tiltøk eru fyri alla familjuna, er sum oftast ein serlig skrá fyri smærri børn og ein onnur fyri juniorar. Eitt nú á familjulegum, ella tá stórmøti eru. Á stórmøtunum fyrst í november í Klaksvík varð skipað fyri svimjing við andakt fríggjakvøldið og stórum juniortiltaki í KFUM&K leygarkvøldið, har 140 juniorar møttu.

– Av tí at undirtøkan er so stór og bíðilisti má gerast til flestu tiltøk, er javnan frammi at skipa fyri eini summarlegu afturat fyri aldursbólkin, so øll sleppa á legu, sum ynskja tað.

Higartil hevur tað tó strandað uppá leiðarar, tí tað krevur ikki einki at skipa fyri tiltøkum fyri henda fitta , men lívliga aldursbólk. Eg eri tó sannførd um, at vit fyrr ella seinni fara at megna at fáa gott fólk eisini til hetta, sigur Erla. Saman við henni er eitt landstoymi, sum leggur tað yvirskipaða arbeiðið til rættis. Erla leggur afturat, at á seinasta fundi í landstoyminum var semja um, at tað kundi verið spennandi at skipa fyri eini legu afturat á øðrum staði enn Nesvík, serliga um legan ikki var so stór.

LES EISINI  Áheitan um stuðul til SIMBA

Góðir leiðarar og raðfesting gera mun

Juniorarbeiði er ikki nøkur nýggj uppfinning, hvørki í staðbundnu missiónshúsunum ella í Nesvík. Tað eru eisini støð, har minni bluss er á nú enn fyrr, kanska tí leiðarar mugu gevast, ella tí árgangir eru svingandi í stødd. Men nógvastaðni hevur juniorarbeiðið blómað seinastu árini, og samlaða luttøkan er vaksin.

– Tað hevur ótrúliga nógv at siga at hava góðar leiðarar. Júst hesin aldursbólkurin krevur sera nógv, eisini av leiðarunum.

Har eru vit í tí hepnu støðu nógvastaðni, at vit hava eitt ættarlið av dugnaligum leiðarum, sum veruliga raðfesta hetta arbeiðið. Og har gott fólk kemur saman, kann ikki ganga heilt galið!

Landstiltøkini fáa sjálvandi í stóran mun ágóðan av staðbundnu leiðarunum, sigur Erla at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina