Juniorlegan: Eitt samdøgur við futti í

Um vikuskiftið var Leguhúsið í Nesvík karmur um eina av árligu legunum fyri sonevnda junioraldursbólkin (11-14 ára gomul). Legan er ikki meira enn eitt stórt samdøgur, men tað er gravgangur eftir at sleppa við, og nú er avgjørt, at tað verða tvær slíkar legur í mars næsta ár.

Tað vóru um 175 luttakarar á legu, umframt leiðarar og hjálparfólk, og tey fingu eitt stuttligt og gott samdøgur saman. Hesaferð vóru tað leirvíkingar við Kartin Høgnesen á odda, sum skipaðu fyri. Ábyrgdin fyri leguni skiftir millum tey ymsu juniorarbeiðini kring landið.

Tað hoyrist, tá næstan 200 børn/ung millum 11 og 14 ár eru saman, men tað var tó ikki so rokaligt sum í fjør, tá 280 vóru á legu. Fleiri bygdir vóru ikki umboðaðar í ár, og óivað høvdu um 100 fleiri teknað seg, um ikki eitt hægstamark hevði verið sett. Tí settu leiðararnir í ár sær fyri, at næsta ár verða tvær juniorlegur í mars, so nógv fleiri fáa møguleika at vera við.

LES EISINI  Juniorar hoyrdu um Gud, sum sær, hoyrir og svarar

Her eru nakrar myndir frá leguni, sum Lilja Súnadóttir Kristiansen hevur tikið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina