Jütta nýggjur leiðari á Blákrossheiminum
Herfyri søkti Blákrossheimið eftir nýggjum leiðara fyri Olgu Magnussen, ið hevur verið leiðari í fleiri ár. Nú er Jütta Olsen, virkandi leiðari, sett í starv sum leiðari.
Jütta er útbúgvin sjúkrarøktarføðingur og hevur millum annað tikið viðgerðarútbúgving í DAT (dialektiskari atferðarterapi) og PE (prolonged exposure). Hon hevur starvast á Blákrossheiminum síðani 2007.
Í sambandi við vaktarskiftið verður almenn móttøka fyri Olgu Magnussen, fráfarandi leiðara, og Jüttu Olsen, komandi leiðara, nú fríggjadagin 30. august frá klokkan 15 til 18 á Blákrossheiminum á Nesi. Øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt í tíðindaskrivi.