Kann tað sama henda í Turkalandi, sum er hent í Iran?

Konvertittkirkjan í Turkalandi droymir um at uppliva ein kirkjuvøkstur eins og tann í Iran.

Konvertitkirkjur í fleiri londum í muslimska heiminum droyma um at uppliva tað, sum konvertitkirkjan upplivir í Iran í hesum døgum. Undir ferðum í hesum parti av heiminum hoyrir tú javnan útsøgnir frá lokalum kristnum av sama slag.

Talið á iranum, ið hava skift trúgv sína frá islam til kristnu trúnna, er umleið 800.000 – og hetta hóast stóra vandan fyri atsókn vegna val teirra. Ein drívandi kraft í hesi menning er ein útbreidd kensla av vónbroti og ørkymlan mótvegis landsins stýri, ið fær nógvar iranar at leita sær til aðrar valmøguleikar enn islam, ið stýrið roynir at ala fram í fólkinum.

Í mong ár hava vit javnan verið vitni til djørv og vandamikil mótmæli, har stórar mannfjøldir tysja út á gøtuna at vísa sína ónøgd í Iran, seinast undir herrópinum: Kvinnur, Lív og Frælsi. Kvinnur vísa nú á gøtum Irans opið teirra ónøgd uttan slør, hóast tær kunnu vænta sær langa fongsulsrevsing.

LES EISINI  “Guds gísli” skrivar bók um trúarkreppu sína

Sambært meiningarkanningini Støðan hjá iranum til átrúnað frá hálendska stovninum Gamaan frá 2020 eru eitt nú 72% av iranum ímóti krøvum um, at kvinnur skulu vera í hijab alment, alt meðan bert 15% halda, at hijabbur eigur at vera nýttur alment. Í mong ár hevur Danska Europamissiónin hoyrt søgur, sum eru í tráð við niðurstøðuni úr hesi kanning.

Khomeini og Erdogan eru teir størstu evangelistarnir

Vanligt er at hoyra iranar siga, at faðirin til iransku kollveltingina, Ayatollah Khomeini, er størsti evangelisturin í Iran. Um ikki hann í 1979 hevði fingið íbirt eitt kúgandi islamistiskt stýri, so hevði fólkið ikke leitað sær fram til onnur alternativir enn islam í sama mun, sum um tað hevði verið lutfalsliga fría stýrið hjá shahinum, ið sat við valdið frammanundan.

„Vit eru ikki enn heilt har, sum Iran er, men vit eru ávegis hartil.“

Prestur í Turkalandi

Í Turkalandi ber eisini til at hoyra fólk siga, at forsetin í landinum, Erdogan, er størsti evangelistur landsins. Í nógv ár var talið á konvertittkristnum støðugt á 4.500, men seinastu 5 árini er hetta tal farið at økjast til um 10.000. Eg havi við egnum eygum sæð ung fólk koma inn í kirkjurnar frá gøtuni. Í eygum teirra kendi tú eitt falsloysi, við tað at tey settu nógvar spurningar til tey kristnu. Fleiri teirra ynsktu forbøn. Ein prestur segði við meg, tá eg vitjaði Turkaland seinast: Vit eru ikki enn heilt har, sum Iran er, men vit eru ávegis hartil.

LES EISINI  Ein ótrúlig trúarferð saman við Sat-7 Türk

Eina hjartans tøkk til tín, um tú vilt biðja fyri Turkalandi! Har búgva nú um 80 milliónir fólk í Turkalandi, og bert ein brotpartur av teimum hevur tikið ímóti Guds kærleika í Jesusi. Biðið eisini um, at hesi nýggju trúgvandi mugu verða rótfest í Bíbliuni. At tey ikki bert trúgva, at tað at gerast kristin er at kunna liva eitt sokallað frítt lív, sum tey hava sæð í vesturlendskum filmum úr tí sonevnda kristna vesturheiminum. At Jesus ikki bert gerst eitt frával av islam, men at tey mega fáa eitt persónligt møti við Hann og verða førd inn í eitt lív í yvirgeving til Hann og orð Hansara.

Kelda: Forfulgtekristne.dk – Umsett: Edvard Poulsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina