Kári Henriksen er nýggjur formaður

Kári Henriksen á Nesi er nýggjur formaður í Landstoyminum hjá Føroysku sjómansmissiónini.

Hann avloysir Gunnar K. Nattestad, sum hevur verið formaður síðani februar 2014.

Hvør er Kári Henriksen?
-Eg eri ein 38 ára gamal klaksvíkingur, sum búgvi á Nesi. Eg eri giftur við Annu Maria Kass Henriksen og vit eiga fýra børn. Eg sigli sum stýrimaður hjá Mærsk Supply Service og havi gjørt tað síðani 2007.
Tá eg var liðugur við fólkaskúlan, fór eg við Ljósafelli og seinni við Sundabergi og sigldi har í nøkur ár. So fór eg á Sjómansskúla í Klaksvík og seinni á Vinnuháskúlan í Havn. Har var eg liðugur í 2007.
Tá eg eri heima, royni eg at vera nógv saman við familjuni og taki annars hond í ymiskt. Andaliga eru vit ein partur at kirkjuliðinum í Fríðrikskirkjuni og í missiónshúsinum Tabor á Toftum.

Hvørji mál hevur tú sett tær sum formaður?
-Eg eri spentur og ætli mær fyrst at seta meg væl inn í uppgávurnar og arbeiðið, sum bæði landstoymið og sjómanstrúboðarin gera. Samstundis vóni eg at kunna stuðla upp undir verandi arbeiðir og koma við onkrum góðum hugskotum um, hvussu vit kunnu náa longri út við tí góða orðinum um Jesus. Eg upplivi, sum mangir aðrir trúgvandi sjómenn, at lívið umborð kann gerast eitt sindur einsligt, og tí skulu vit eisini hava fokus á uppbyggjandi tilfari til trúgvandi sjófólk, samstundis sum vit skulu stimbra til missión – eisini umborð.

LES EISINI  Sjómansmissión: 1191 pakkar bornir umborð á 103 skip og bátar

Hvat kennir tú til arbeiðið hjá sjómanskvinnuringunum?
-Eg havi vitjað nakrar ringar og kenni tí eitt sindur til arbeiði teirra.
Tær gera eitt sera týdningarmikið arbeiði í og við forbøn bera fíggjarliga og gera jólapakkar til sjófólkið. Mín ætlan og bøn,er at fáa fleiri sjófólk at vitja ringarnar og møta kvinnunum,sum harvið møta sjófólkunum. Soleiðis kunnu vit fáa eitt tættari og betri samband millum sjófólkið og ringarnar. Eg haldi, at fleiri sjófólk vilja vera við at vitja ringarnar, siga frá sjólívinum og bera eina tøkk afturfyri tað stóra arbeiði, sum ringarnir gera fyri sjófólkið. Tann vitjanin kundi verið saman við sjómanstrúboðaranum.
Jú, við áhuga ynski eg at gera mun í Sjómansmissiónini saman við landstoyminum og vónandi øðrum við!-

Nevnast kann, at seks fólk manna landstoymið. Hini eru Sólrun Poulsen, Óluva Foldbo, Henry Christiansen, Johanna Næs og Jákup Jakobsen.
Sjómansmissiónin hevur skrivstovu í Leguhúsinum í Nesvíkog hevur ein trúboðara í starvi.
Umleið 40 sjómanskvinnuringar um landið eru knýttir at Sjómansmissiónini.
Fíggjarætlanin liggur um hálva millión árliga, og alt verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Meiri fæst at vita um arbeiðið, við at fara inn á Facebookundir: Føroyska sjómansmissiónin

LES EISINI  Fekk nógvan døgurðamat sum tøkk

 

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina