Karmel fyllir 90 ár: Á Karmels fjalli stríðið stóð

“Tá fell eldur Harrans niður og oyddi brenniofrið, brenniviðin, steinarnar, ja eisini vatnið í veitini turkaði hann upp. Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: “Harrin er Guð! Harrin er Guð!” (1 Kong 18,38-39).

Í Fyrru Kongabók kapitul 18 lesa vit um, hvussu profeturin Elia bjóðar Báalsprofetunum av til eina gudaroynd uppi á fjallinum Karmel, sum missiónshúsið á Eiði eisini er uppkallað eftir. 

Líkasum á Elia døgum standa tú og eg so at siga eisini uppi á okkara egna Karmel og við okkara egnu gudaroynd. Í dag eru tað jú eisini sera nógvar røddir, ið vilja leiða okkum burtur frá Gudi. Hvat gera vit við allar hesar røddirnar? Og hvat gera vit við Gud, tá ið á stendur? Ákalla vit hann, líkasum Elia gjørdi? Ella lata vit okkum draga og lokka burtur frá Gudi og samfelagnum við hann? 

Missiónshúsið Karmel varð vígt 21. november 1934 av Buhl Nielsen, sóknarpresti, í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans til at verða eitt Guds hús. Hetta húsið stendur fyri øllum tí, sum profeturin Elia eisini stóð fyri har uppi á fjallinum Karmel. Og í okkara egna missiónshúsi, Karmel, hava vit savnast ár eftir ár fyri at gera júst tað sama, sum profeturin gjørdi á sinni. Vit ákalla Harran, sum hoyrir okkara bønir, og sum bæði vil og kann koma okkum til hjálpar og geva okkum syndanna fyrigeving og ævigt lív í Jesusi – hann, sum doyði á krossinum fyri at bjarga tær og mær.

LES EISINI  Missiónsvikan á Strondum endaði við eini frumframførslu

Á krossinum varð tann størsti sigurin vunnin – ein sigur, sum vit savnast um eisini í dag, bæði í kirkju og í missiónshúsi, tí at eisini vit hava sannað hetta, sum tey sannaðu uppi á fjallinum Karmel: “Harrin er Guð! Harrin er Guð!”   

Í 1959 yrkti Hans Jacob Ellingsgaard, trúboðari: 

Á Karmels fjalli stríðið stóð
millum Gud og aðrar gudar.
Har prógvaði hann, ið eftir stóð,
at Gud var Gud til fulnar.
Húsið Karmel er bygt sum altar til Gud,
har menniskju koma saman
at vitna um hann, teimum fall í lut,
við hjartans frøði og gaman.

Í sambandi við at Karmel fyllir 90 ár bjóðar stýrið fyri Karmel øllum at verða hjartaliga vælkomin á missiónsviku 18. november til 24. november!

Blíðar heilsanir

Jonhard Jógvansson, formaður

Missiónsvika

  • 18. nov. kl. 20.00. Egil Joensen. Teir seks syngja og spæla.
  • 19. nov. kl. 20.00. Mariann Djurhuus Poulsen. Streingjakórið á Skála syngur.
  • 20. nov. kl. 20.00. Atli Rasmussen.
  • 21. nov. kl. 20.00. Jonhard Jógvansson. Karmel fyllir 90 ár. Manskórið í Rituvík syngur.
  • 22. nov. kl. 20.00. Frants Jensen. Manskórið í Thabor syngur.
  • 23. nov. kl. 18.00. Ólavur Jacobsen.
  • 24. nov. kl. 12.00. Messa í Eiðis kirkju, Jonhard Jógvansson.
  • 24. nov. kl. 18.00. Møti í Karmel, Marius Müller. Manskórið í Meinigheitshúsinum syngur. Innsavnan til húsið. Nátturði aftaná.
LES EISINI  Vælkomin til húsmøti við Carsten og Magna

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina