Kasta ikki frá tær treystið

Heb. 10,35-39 “Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn! Tí at tykkum er tørvur á úthaldni, fyri at tit, tá ið tit hava gjørt Guðs vilja, kunnu ognast fyrijáttanina. Tí at “enn er bert ein evurslítil stund, tá kemur tann, sum eigur at koma, og hann skal ikki dvølja. Men hin rættvísi mín skal liva av trúgv;” og “berst hann undan, tá hevur sál mín ikki tokka í honum.” Men vit eru ikki teir, sum berast undan, til glatanar, men teir, sum trúgva, til sálarhjálpar.”

Tað er ymiskt, sum vit leggja í orð, nýta orð og harvið eisini hvørja fatan vit hava av orðsins týdningi. Hugsa vit nú um orðið “treyst”, so vil tað nokk fáa ymiskar kenslur, hugamyndir og harav eisini ymiska fatan av hvønn týdning bíbliuorðið veruliga eigur at hava fyri okkum!

Dømi um hetta kann vera: um tú sært gamlan mann, ið gongur mótbrekkuna niðan, so kann sigast at “treystur er hin gamli”, ella tú sært kvinnu í øllum veðri venja á rennibreytini, so siga vit “hon er treyst”. Ja, somuleiðis kann sigast um persón, at viðkomandi er treystur í orði og talu. Hesi dømi geva eina hugamynd og fatan av, at treystleikin er ein eginleiki, ið viðkomandi hevur og sýnir við atferð – og rætt er tað.

MEN tá ið vit hugsa orðið “treyst”, ið ikki má kastast burtur, so er tað ikki bygt á evnir ella førleikar, ið hvíla á mær, míni orku ella tí, eg kann vísa fram. Hetta kemur best fram, tá ið vit lesa heildina í Heb. 10,19-20a: “Tá ið vit nú, brøður, í Jesu blóði hava treyst at ganga inn í halgidómin, hagar hann vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg….”, so sýnir hetta okkum, at gleðiboðskapurin byggir á betri grundarlag enn mína egnu orku og førleikar. TREYST okkara hvílir á og hevur sína kraft í Jesusar blóði. Tað, sum Jesus hevur fullgjørt, er givið okkum sum grundarlag fyri at náa málinum, og tí mugu vit ikki kasta hetta treyst frá okkum – tí eingin kemur til hitt himmalska málið uttan við Jesusar blóðsáttmála.

Tí er áminning frá Heb. 12,1-3 hóskandi at taka við her: “Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs. Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.” – ella sagt við øðrum orðum: Treystleikin í trúnni og fyri lívið, ið okkum er givið at liva til Guds æru, finst eina í Jesusar blóði og gevur okkum frímóð á lívsleiðini – kraftin og treystið liggja aleina í tí, sum Jesus hevur gjørt, og vísur tí á ein nýggjan og livandi veg.

Bæði í norsku og donsku bíbliuumsetingunum er orðið “treysti” umsett til “frímóð”. Jesus hevur við blóði sínum vunnið okkum frímóð/treysti, og givið okkum lívsins nýggja veg, so at vit kunnu koma inn fyri Guðs trónu sum hansara børn – So áminningin er, at hetta frímóð mugu vit ikki kasta burtur, tí so traðka vit Jesusar blóð undir fótum. Tað fær ævinleikans fylgir!

“Tí at “enn er bert ein evurslítil stund, tá kemur tann, sum eigur at koma, og hann skal ikki dvølja…” Heb. 10,37. Vit kunnu liva í treystleika og við frímóð, at vit skulu møta honum, sum kemur – og vit møta honum í trúnni, ið hvílir aleina á blóði. Tað gevur frímóð at liva frítt sum trúarinnar børn, tæna í kraft Andans og samstundis hvíla við sálarvissu um dagin, tá vit skulu skoða Harran Jesus sum ævigan loysnara.

Til umhugsnið og bøn: “Og hann segði við meg: “Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins” Opin. 7,14b. – Lat Jesusar blóð verða mær til sálarhjálpar.