Kendist gott at koma á Ørkina

-Vit eru endað her, tí eg varð uppringd av umboð fyri stýrið hjá Ørkini og varð spurd, um eg kundi vera leiðari á Ørkini. Eg misskilti nærum spurningin og helt, at eg var spurd um eg hevði leiðað meg inn á Ørkina. “Nei, vit spyrja um tú og maðurin kunnu gerast leiðarapar á Ørkini?”, segði maðurin í telefonini. Tað sigur Barbara Hannudóttir Jensen, nýggi leiðarin á føroyska sjómansheiminum, Ørkini, í Reykjavík.

-Mín fyrsta reaktión var nei. Tað var ikki eitt arbeiði fyri meg og Barbaru. Men so hugsaðu vit um tað í nakrar dagar, vendu og snaraðu tí, og ikki minst, bóðu til Guds yvir tí, og so búnaðist tankin. Úrslitið varð so, at minni enn ein mánað eftir uppringingina hevði Barbara skrivað undir at gerast leiðari, sigur Sólbjørn, maður Barbaru.

-Hetta er ikki eitt arbeiði, eg havi gingið og hugsað um, men eftir mína fyrstu ferð við íslandstoyminum hjá Podas bíbliuskúlanum í 2017, hevur líkasum eitt petti av hjartanum ligið eftir í Íslandi. Eg havi síðani verið tvær ferðir afturat í Íslandi við toyminum, sum líkasum hava styrkt míni kærleiksviðurskiftir við Ísland og fólkið her. Eftir uppringingina fór alt líkasum upp at mala í mær um Ísland, og eg var skjótari sannførd enn Sólbjørn um, at hetta var tað rætta fyri okkum, sigur Barbara.

LES EISINI  Torleif vitjar á Ørkini

Ymiskt skuldi uppá pláss

-Skuldu vit takka ja til uppgávuna, vóru tað fleiri ting, sum skuldu koma upp á pláss. Vit fóru so í gongd við hesi tingini, og tað var líkasum alt kom upp á pláss eftir stuttari tíð. Eg hevði einki arbeiði beint tá, og Sólbjørn spurdi um farloyv og fekk játtandi svar. Tað var hugaligt at uppliva, hvussu væl alt lagaði seg. Tað var eisini við til at styrkja okkum í, at vit skuldu siga ja til arbeiðið, sigur Barbara.

-Tað kendist gott at flyta inn í íbúðina á Ørkini og at byrjað í arbeiðinum og fyrstu dagarnir hava verið sera góðir. Vit ynskja og vilja arbeiða fyri, at Ørkin verður eitt gott stað at vitja og búgva á. Vit ynskja, at hon verður líkasum ein pallur, har vit kunnu virka á og røkka út til menniskju frá. Vit ynskja, at fólk kenna seg væl her, og at tey merkja, at Kristi kærleiki eisini er virksamur her, sigur Barbara.

LES EISINI  Ørkin skal hava nýggjan leiðara

Møtini halda fram

-Vit ætla at halda á fram við kristiligu møtunum seinnapartar sunnudagarnar. Eisini vóna vit at fáa meiri sambond við kirkjur og samkomur í Íslandi, so vit kunnu styrkja hvønn annan í kristiliga arbeiðinum. Hvussu nógv vit koma at røkka út til sjófólkið, vita vit ikki enn, men tey skulu vera hjartaliga vælkomin á Ørkina – bæði at vitjað og at gista, siga bæði tvey.

-Vit hava nakrar gestir nú, og august mánaði sær ikki so galin út, hóast korona nærum hevur lagt alla ferðavinnu lamna. Tað er gott við ymiskum ætlanum, men um fíggjarliga grundarlagið ikki loyvir tí, ja, so gerst tað trupult at fáa tær framdar, sigur Barbara.

-Føroyingar, íslendingar og øll onnur eru hjartaliga vælkomin á Ørkina. Vit vóna, at fleiri føroyingar koma at vitjað og búgva á Ørkini, tí hetta er jú okkara hús og heim í Reykjavík, siga Barbara og Sólbjørn.

Meiri fæst at vita um Ørkina á heimasíðuni: Hotelorkin.is. Har kunnu fólk eisini bíleggja kømur.

LES EISINI  Sí video frá hugnakvøldi á Ørkini.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina