Kent hjúnatiltak í heilt øðrvísi hami: 7 dates á skíð

Í fleiri ár hevur Eindin, familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, skipað fyri samrøðuskeiðum fyri hjún undir heitinum “7 Dates”. Nú hava einstøk hjún í Føroyum tikið stig til at brúka hetta sama konseptið til eina skíðferiu fyri hjún í Noregi í apríl 2019. Undirvísarar og stigtakarar eru Marjun & Heðin Poulsen og onnur.

Hetta er føroyska útgávan av sokallaðu Alfa-skeiðunum fyri hjún, sum hjúnini Nicky og Sila Lee í kirkjuni “Holy Trinity” í Brompton í London standa aftanfyri. Endamáliđ er at stimbra hjúnalagið við at at geva hjúnum góð “amboð” til at menna ein sunnan og sterkan felagsskap gjøgnum alt lívið. Tí hjúnalagið er ætlað at vara alt lívið. Øll hjún kunnu luttaka á hesum skeiðnum og fáa ágóðan av tí.

Nicky og Sila Lee hava bygt undirvísingartilfarið á 20 ár í hjúnalagi og við fýra børnum, og tey hava drúgvar royndir við at ráðgeva hjúnum. Tey hava gjørt undirvísingartilfarið og uppgávubøkurnar, sum verða brúktar í føroyskari týðing eftir Simonu Johannessen. Sama skeið verður hildið í 105 londum og á 40 ymsum tungumálum.

LES EISINI  Enn eitt væleydnað jólaborðhald fyri hjún

Hjúnaskeið á skíðum

Tað serliga við hesum tiltakinum er sjálvandi, at tað er samantvinnað við eina spennandi skíðferiu í Hemsedal í Noregi 1.-8. apríl 2019.

Dagarnir byrja við morgunmati, og so er frítt at fara at skíða í fjøllunum. Økið er stórt og vælegnað til bæði royndar og óroyndar skíðarar. Har eru 50 bakkar og 20 lyftur. Tað er frítt at skíða saman við hjúnafelaga sínum ella kvinnur saman og menn saman. Møguleiki er eisini at læra at standa á skíðum. Seint seinnapartin ber til at hugna sær, slappa av, fara í baðstovu, til massagu og annað og at eta.

Sjálvt skeiðið er so hvørt kvøld kl. 20-22. Byrjað verður við einum uppleggi um dagsins evni, og so sita hjúnini fyri seg sjálv og loysa uppgávurnar, sum snúgva seg um at tosa saman um evnið. Tónleikur er frá, so tað ikki hoyrist millum borðini, og tað, sum hjúnini tosa um, er og verður bara millum tey bæði.

Evnini eru:

LES EISINI  Jólaborðhaldið fullteknað eftir trimum tímum

1.  Eitt gott og sterkt grundarlag

2.  Eitt gott samskifti

3.  Loysn á ósemju

4.  Styrkin í fyrigeving

5.  Familjubond

6.  Eitt gott kynslív

7   Kærleikin í verki

Praktiskt

Gistingin er á Skogstad Hotel, einum góðum og hugnaligum hotelli mitt í býnum.

Kostnaðurin fyri hjúnini er 21.130 krónur. Íroknað er flogferð, bussur til og frá Hemsedal, gisting við morgunmati, lyftkort, skeið og skeiðstilfar. Um ein ynskir Premium-kamar, kostar hetta 1.300 krónur eyka. Skíðleiga og døgurði um kvøldið er ikki við í prísinum.

Bílegging til túr og skeið fer fram hjá 62°N, tel. 340000 ella booking@62n.fo (kontaktpersónur er Rannvá). Freistin at tekna seg er 17. desember.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Heðin Poulsen, tel. 290741, t-post hedinp@gmail.com og á facebook.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina