Kirkja hevði bønarmøti eftir enn eitt hópdráp í USA  

Íbúgvar, løgreglumenn og valdir politikarar í hundraðtali møttust sunnudagin í eini amerikanskari megakirkju í norður Texas, har teir bóðu fyri familjunum hjá teimum átta persónunum, sum doyðu í skottilburði í eini sølumiðstøð í økinum.  

John Mark Caton, prestur, frá Cottonwood Creek Church hevði eina talu fyri teimum mongu fólkunum, sum vóru samlaði í bøn. Hann segði, at tað var trupult at peika á eitt einstakt bíbliuørindi, sum beinanvegin kundi grøða og ugga. Hann talaði um, at sum kristin liva vit “mitt ímillum”:  

– Vit eru ímillum ein falnan heim, sum er fullur av harðskapi og pínu og eitt ríki, sum kemur, har eingin pína skal vera, segði Mark Caton, og helt fram: 

– Eg trúgvi, at ein og hvør av okkum hevur ein longsul í hjartanum eftir einum betri staði. Okkum leingist eftir einum betri samfelagi. Okkum leingist eftir betri børnum og betri familjum,” segði hann. Og so talaði hann um linjuna, sum gongur frá Káin, ið drap Ábel, og allan vegin fram til vónina um ein nýggjan Himmal og eina nýggja jørð. Frá fyrstu Mósebók kapitul 4 og fram til Jóhannesar Opinbering. Tað er her, at vit skulu festa okkara eygu, segði Caton, og vísti til vónina um eina nýggja jørð.  

LES EISINI  Øðrvísi stýrisfundur

Og til tá, legði Caton afturat, skulu tey, sum kalla seg sjálvi kristin, gera, sum Jesus lærdi í byrjanini av fjallataluni, har hann segði: “Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Lat okkum vera eitt fólk, sum biður fyri teimum syrgjandi og troystar tey. Lat okkum vera eitt fólk, sum hellir gleðis-olju har sorgin valdar” segði Caton. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina