Kirkjan í Liberia hevur tørv á bráðfeingishjálp

Fyri 5 árum síðani herjaði Ebola sóttin í Liberia og túsundtals fólk doyðu. Liberia er eitt av heimsins fátækastu londum. Nú er landið afturlatið orsakað av umfarssóttini Korona, og avleiðingarnar eru álvarsligar. Lutherska kirkjan merkir eisini hetta, og nú biður kirkjan um hjálp.

Viðurskiftini í Liberia eru vánalig, og uml. 80% av fólkunum liva undir umstøðum, sum minna um slum. Hesum greiðir Elisabeth Poulsen av Skála frá. Elisabeth er útsend sum trúboðari og arbeiðir í skúlaskipanini hjá Luthersku kirkjuni í Liberia. Hon er send út ígjøgnum missiónsfelagsskapin Promissio.

Gerandisviðurskifti, sum vit næstan ikki hugsa um, hava stórar avbjóðingar við sær aðrastaðni. Tað er ikki lætt at vaska hendur, tá ið vatnið er skitið. Tá ið fólk skulu á wc, so er tað úti ímillum húsini, har alt burturkast eisini verður koyrt. Í Føroyum hevur tað eydnast væl at minka um útbreiðsluna av Korona, tí fólk hava hildið frástøðu, men í Liberia búgva fólk ofta sera tætt saman og kunnu tí ikki halda frástøðu á sama hátt.

LES EISINI  Støðan hjá útimissiónstrúboðarunum í løtuni (1. partur)

Á sjúkrahúsunum er støðan ring, tí tey hava ikki grundleggjandi útgerðina, sum krevst. Tí er tað einans Gud, sum kann gera undur og eira fólki í Liberia, sigur Elisabeth Poulsen. Tað er torført at skilja, at  summi eru so fátøk og hava tað so ringt, tá ið vit sjálvi hava nærum í yvirflóð.

Kirkjan í trupulleikum

Nú hevur Lutherska kirkjan í Liberia so biðið um hjálp. Liberia stongdi landamarkini, tá ið Korona-smittan kom inn í landið. Kirkjan hevur somuleiðis stongt, og í løtuni eru ongi tiltøk í kirkjunum. Fólk hava fingið at vita, at tey í mest møguligan mun skulu halda seg heima. Hetta hevur stóra ávirkan á umstøðurnar hjá kirkjufólkunum. Ongar gudstænastur verða hildnar, og tí eru heldur ongar innsavningar, sum verða brúktar til løn til prestarnar og til aðra hjálp. Í Liberia ber ikki til at melda seg í ALS, tá man ikki fær løn, har er einki trygdarnet og eingir hjálparpakkar. Prestarnir og familjur teirra eru tí í stórari fíggjarligari neyð. Tað hevur verið vanlig mannagongd, at kirkjan hevur latið einkjum og familjum, sum sita eftir, tá ið ein prestur er farin, pensjón, men hetta er heldur ikki gjørligt í løtuni. Kirkjan hevur nógvar ymiskar verkætlanir ímillum fólkið, og tey mangla nú tað neyðugu hjálpina fyri at fáa mat í munnin.

LES EISINI  CORONAVIRUS - inntriv í trúarlívið

Tí eru tørvurin á hjálp stórur, og tørvurin er beint nú, um prestarnir, familjur teirra og øll onnur, ið kirkjan hevur ábyrgd av, skulu fáa nakað at eta.

Innsavnan í Føroyum

Meinigheitshúsið á Skála, sum er við til at senda Elisabeth Poulsen út, hevur tikið hetta neyðarrópið til sín. Kirkjan og Meinigheitshúsið standa saman um at hava eina innsavnan í Føroyum.

Vit vóna, at nógv hoyra hetta neyðarrópið, sigur Asbjørn Mikkelsen, kirkjuráðsformaður á Skála. Nøkur av teimum, sum undir sera fátøkum korum standa í andaligari tænastu, hava nú mist tað lítla, sum tey høvdu. Vit vilja tí eggja til, at vit sum kristin tjóð standa saman við okkara brøðrum og systrum í Liberia, og bera tey ígjøgnum hesa sváru tíð.

Ein og hvør, sum vil vera við til at hjálpa, kann lata eina gávu á konto nr. 6460-155.192.4 í BankNordik og viðmerkja “Liberia hjálp”. Pengarnir, sum koma inn, verða sendir víðari til Promissio, sum samstarvar  við kirkjuna í Liberia. Tú kanst lesa meira um kirkjuna í Liberia inni á www.promissio.dk, har tað eisini er møguligt at tekna seg til at fáa tíðindabræv frá Elisabeth Poulsen.

LES EISINI  Hvítusunna í Hvalvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina